Í dag er móðurmálsdagur

Í dag er móðurmálsdagur
Móðurmálsdagurin í Føroyum verður hildin á føðingardegi V. U. Hammerhaimbs, sum var faðirin at føroyska skriftmálinum
25.03.2015 - 00:30

Í samband við móðurmálsdagin í dag verða fleiri tiltøk í Havn allan dagin.

 

Landsbókasavnið kl. 10.00, Talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum

Á Landsbókasavninum kl. 10.00 verður verkætlanin Talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum alment tikin í nýtslu.

Eisini fara m.a. verkætlanarleiðarin, Erling Kjærbo, og rithøvundurin, Hanus Kamban, at greiða frá ávikavist gongdini við verkætlanini og at brúka bløðini sum keldu.

 

Norðurlandahúsið kl. 13-16, Føroyskt og talgildi heimurin

Klokkan 13.00 verða nakrir fyrilestrar undir heitinum »Føroyskt og talgildi heimurin« í Norðurlandahúsinum. Har verður eitt nú tosað um talgildar orðabøkur, um føroyska teldutalu og um føroyska teknmálsorðabók. Umframt fjølbroyttu skránna, er tónleikur eisini á skránni.

 

Nýggjustova kl. 19, Móðurmálsheiðurslønin 2015

Móðurmálsdagurin heldur fram kl. 19 í barnaheimi V.U. Hammershaimbs í Nýggjustovu, í Gongini 8.

Móðurmálsheiðurslønin 2015 verður handað.

 

Sí alla skránna her.

 

Les eisini: Móðurmálið - kennir tú søguna?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.