Lív verður blást aftur í Røntguna í kvøld

Lív verður blást aftur í Røntguna í kvøld
Fyrr var røntgan staðið, mann hekk út í um kvøldarnar. Nú er stig tikið til aftur at fara oman í røntguna, og tað verður í kvøld klokkan 22
29.03.2015 - 16:45

Ung í dag kunnu hava trupult við at skilja hetta, men í 80’unum sosialiseraðust ung upp á ein øðrvísi máta enn í dag. Einki facebook, einki snapchat og eingin fartelefon – men tey høvdu Røntguna. 

 

Røntgan er tað parkeringsplássið, sum er beint við har, sum Ritan leggur at kei. Tað var her, ung møttust um kvøldarnar fyri at uppdatera seg við vikuna, ið fór, og senda ein slatur ella tveir víðari, meðan mann samstundis hugdi eftir hinum kyninum.

 

Tiltakið "Aftur í Røntguna"

 

Ein av teimum, ið var ungur tá, er Heini Festirstein. Hann er maðurin handan facebooktiltakið “Aftur í Røntguna”. Ætlanin er at royna at savna fólk oman aftur í Røntguna í kvøld eins og í 80’unum, tá Røntgan var í hæddini.

 

- Eg havi mangan koyrt gjøgnum býin seinastu tíðina, men býurin er steindeyður í mun til fyrr. So eg hugsaði spontant at gera eitt tiltak á facebook til at lokka fólk aftur í byin til stuttleikar. Tað vísir seg, at fleiri sakna tað sama, sigur Heini.

 

At fleiri sakna tað sama er týðiligt eftir facebooktiltakinum at døma. Upp ímóti 300 fólk hava sett seg til at luttaka í kvøld.

 

Røntgan var eitt savningspunkt fyri ungdómin

 

- Tá eg var yngri, var einki facebook. Bilurin var "staðið" hjá okkum ungu, og ofta leitaðu vit okkum til Havnar at forvitnast. Vit høvdu tørv - líkasum í dag - at forvitnast eftir og við fólki, greiðir eiðismaðurin Heini frá.

 

Vit, sum er ung í dag, minnast slett ikki Røntguna, og tað kann tykjast okkum margháttligt at hanga úti á einum parkeringsplássi.

 

- Tað er kanska ringt at skilja fyri ungdómin í dag, at Røntgan var "staðið" fyrr, men hetta er áðrenn Facebook, og áðrenn internetið tók "ræðið" á okkum. Haldi, tað er skeg, um vit kunnu vera sosial við at hyggja hvønn annan í eyguni, ístaðin fyri at gløa í ein skerm, tí tað er nokk meira veruligt, sigur Heini.

 

Røntgan varð eisini kallað ”skannarin”. Tað sigst, at navnið kemur frá tí, at staðið lá so væl fyri, at mann sá so væl øll fólkini, ið gingu framvið. Fyrr gingu fleiri fólk har niðri, og serliga vóru tað mannfólkini, ið stillaðu seg har fyri at ”skanna” framviðgangandi konufólk.

 

Vónandi verður undirtøkan góð

 

- Tað hevði verið stuttligt, um fólk tóku undir við einum slíkum tiltaki og gjørdu spontan ting, so sum at hava útimøti, blása við eldi, um onkur tók ein gittara og spældi eitt lag onkunstaði í miðbýnum - bara fyri at seta ein stemning á býin, tað hevði verið skeg og hví ikki? Sigur Heini, sum eftirspyr meira lív í býnum.

 

Heini vónar, at fólk leggja facebook og fartelefonina eftir heima eina løtu og koyra ella spáka sær ein túr oman í Røntguna í kvøld til stuttleikar.

 

Tað verður í kvøld klokkan 22:00, at Røntgan skal endurlívast av ungdómunum frá 70'- 80'- og 90'unum.

 

Røntgan í dag - hon er broytt síðan 80'ini, tá var hon smalari.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.