Aftur í Røntguna

Aftur í Røntguna
Fórt tú ikki 'aftur í Røntguna'? Kekka myndirnar út her
02.04.2015 - 20:45

Tað oysti niður sunnukvøldið, men regnið tóktiskt ikki at forða nøkrum at fara 'aftur í Røntguna'. Onkur sást fara til gongu, men tey flestu sótu í bilunum, meðan regnið dukaði á takið og rútarnar. Í summum bilum rungaði 80’ara tónleikurin um kapp við tunga glopraregnið. 

 

Bilar koyrdu um kapp á kei økinum, summir koyrdu aftur og fram frá rundkoyringini við 'pylsuvognin á keiini', runt um Café Natúr og so aftur til rundkoyringina, aðrir bilar stóðu parkeraðir á kei-økinum, meðan fólkini runnu aftur og fram millum bilarnar. Ivaleyst hava tey prátað um gamlan slatur og slongt onkran nýggjan út. 

 

Tey slatra mitt á vegnum - bilarnir aftan fyri sleppa ikki framvið

 

Bilarnir sleppa umsíðir framvið

 

- Vit eru sjálvandi her, tí vit tíma tað. Hetta er nakað heilt serligt. Tað skuldi bara verið oftari. Kanska eina ferð seinast í mánaðinum. Hetta er eitt samlingspunkt fyri fólk bæði við og uttan bili, søgdu tvey, sum eisini vóru við upp á tað, tá Røddin tók myndir.

 

Onkur bilur manglaði nummarplátu, men tað gjørdi helst ongan mun

 

Fólk gingu millum bilarnar

 

- Havi akkurát fingið bilin at koyra aftur. Tað er faktiskt tí, at eg eri her, segði ein ungur maður

 

Í oysandi regninum var torført at brúka snildfonina

 

Onkur hevði funnið sær regnskjólið fram

 

Les eisini: Lív verður blást aftur í Røntguna í kvøld

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.