Klumman: Orð

Klumman: Orð
Mýtan um, at kvinnur sussa og menn práta, er ikki so sonn, sum summi vilja hava hana at vera, heldur Kára Bjarnadóttir Jakobsen, sum hevur skrivað klummu um orð
24.04.2015 - 17:45

Eg siti á mínu hvítu sofu frá Ikea, sum er plaserað mitt í míni eittverilsis íbúð á Amagerbro. Eg hyggi yvir á træhillina við øllum bókunum á. Har er alt frá Pligten at elske hjá Kirkegaard til Kend dit klædeskab. Har eru nógvar bøkur í alskyns litum. Eg taki De fortabte spillemænd og blaði. Allar hvítu síðurnar fara ein fyri og onnur eftir fram við mínum vinstra tumli og detta bleytt og ljóðleyst niður á hvørja aðra. Síðurnar eru fyltar við smáum svørtum teknum, smáum svørtum bókstavum, ja, smáum svørtum orðum. Har eru nógv orð, og eg havi lisið øll. Ella ja, næstan øll.

Tað er nógv orð tilsamans. Og tað eru orð allastaðni.

 

Eg las um eina kanning, ið var gjørd á universitetinum í Texas fyri nøkrum árum síðani. Kanningin vísti, at vit menniskju í miðal siga 16.000 orð um dagin. Kanningin vísti eisini, at kvinnur og menn siga líka nógv orð um dagin. So mýtan um, at kvinnur sussa og menn práta, er ikki so sonn, sum summi vilja hava hana at vera.

Men eru 16.000 orð nógv? Eg veit ikki. Men um vit hugsa um øll vit sjálvi siga, øll vit hoyra, øll vit lesa, øll vit hugsa og allar myndirnar, vit síggja, sum siga meira enn 1000 orð – ja, so verða tað nógv orð tilsamans.

 

Vit liva í einum orðaríkum samfelag, har vit menniskju nýta orð – nógv orð – til at markera okkum. ”Sig trý góð ting um teg sjálva”, ”hvør ert tú?”, ”kanst tú við nøkrum fáum orðum siga mær, hvussu tú upplivdi hatta?” og ”hvussu vilt tú definera hann?”. Ja, vit verða upplærd í eini mentan, har vit skulu definera okkum sjálv, okkara næsta og allar okkara umstøður við orðum. Vit snakka og snakka, skriva og skriva, lurta og lurta og lesa og lesa.

Tá ið vit sita nøkur fólk saman og práta, tá verður javnan sagt við tey, sum kanska eru eitt sindur still tað kvøldið: ”Nú, tú sigur ikki so nógv í kvøld? Er nakað galið?”. Vit kundu ikki funnið uppá at sagt við hann, sum hevur prátað og gorrað aaaaalt kvøld: ”Tað er øgiligt tú prátar. Er nakað galið?”. Tað vildi næstan verið óforskammað.

 

Eg var á skiferiu fyri nøkrum árum síðani. Tá ið eg kom aftur til Føroya, bleiv eg spurd, hvussu skitúrurin hevði verið. ”Hann var góður”, segði eg. ”Náh, hvat var galið?. ”Áh, ja altso, hann var ordiliga, ordiliga góður – tað var heilt faktastiskt at standa á ski,” segði eg so. Og tá skilti viðkomandi, at skitúrurin hevði verið góður.

Hetta fekk meg at hugsa, um orðini hava mist virði. Eru orðini í fríum falli?

Eg hoyri javnan fólk, og eisini meg sjálva, siga, at okkurt var heilt, heilt, heilt fantastiskt ella at okkurt var mega stuttligt. Harafturat siga fólk eisini fínasta slag, tá ið okkurt bara var okay.

 

Orðini hava kanska mist týdning, og vit eru kanska vorðin bundin av at nýta fleiri og fleiri orð. Hetta sæst kanska serliga, tá ið vit práta og práta fyri ikki at fáa hesa awkward silence, sum vit øll eru so ræðuliga bangin fyri. Hetta sæst eisini, tá ið vit sita einsamøll í almenna rúminum og bíða eftir onkrum, ja, tá eru vit skjót at taka iPhonina fram – lesa, lurta ella skriva – ja, lata sum um vit eru vigtigari og meira upptikin, enn vit faktiskt eru.

Vit drepa tøgnina við setningum, orðum og ljóðum.

 

Tað er ikki tí, at eg haldi, at vit øll skulu tiga frá nú av. At vit øll skulu droppa at siga mega, ordiliga og fantastiskt og so bara siga hampiligt í staðin. Men kanska vit skulu hugsa eitt sindur um orðini. Kanska vit skulu læra okkum ikki at viðmerkja, hvørjaferð onkur situr eitt sindur stillur. Kanska vit skulu læra okkum ikki at hála iPhonina fram, hvørjaferð vit merka ferilin av tøgnini. Og kanska vit skulu læra okkum ikki at vera so bangin fyri tøgnini.

 

Náh, nú havi eg troytta teg við 657 orðum, so nú skal eg nokk tiga.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.