Hesi 10 tingini minnast øll føroysk 90'ara børn

Likkulikkuleia og Brandur Enni
Hesi 10 tingini minnast øll føroysk 90'ara børn
Vart tú barn í 90'unum og byrjanini av 00'unum? So hevur tú verið vitni til nógv feitt - hesi tingini eigur tú at hava brúkt, gjørt og hugt eftir!
02.06.2015 - 01:15

Tú hugdi eftir Likkulikkuleia

 

 

“Likku likku leia, hvør vil eiga? Tann, sum sigur fyrst, hann skal eiga!”. Hendan setningin kendu tú og øll onnur børn í Føroyum. Brúkti tú hann eisini í gerandishøpi? Sum t.d. tá tú hevði eitt bomm eftir í bommpakkanum, so sangst tú setningin, og viðkomandi, ið segði "EG!" fyrst, fekk bommið?

 

Likkulikkuleia, ella sum tú kanska kallaði tað, "Likkuleia", var nokk ein hin besta føroyska barnaløtan síðan dólgarnir í 80'unum. "Systi" og "Beiggi" funnu altíð upp á okkurt stuttligt, og so var "Omman" har eisini altíð við sínum klóku vísdómsorðum. Sendingin koyrdi frá 1999 til 2003, har tað til samans vórðu gjørdar 80 sendingar, tær síðstu høvdu navnið "Leskilikkuleia". Leikararnir vóru Vár Berghamar Jacobsen, Páll Danielsen og Vilhelmina Larsen.

 

 

Jolly.fo var tín yndis heimasíða til spøl

 

 

Danskarar høvdu ihimlen.dk og miniclip.com, vit høvdu jolly.fo! Hvørja ferð mann slapp “í teldurnar” í skúlanum, var tað jolly.fo, mann fór inná. Til hvat? Fyri at spæla 2D spøl sum Pacman og Kick-Off.

 

Tú kundi eisini senda ókeypis sms gjøgnum heimasíðuna, og summir skúlar brúktu síðuna sum lið í undirvísingini. Har var ymiskt skúlatilfar á síðuni, m.a. bendingarmynstur og formlar til støddfrøðina; men tú komst bara inn á síðuna fyri øll tey góðu spølini! Heimasíðan er til enn - hygg bara: jolly.fomen allar funkurnar rigga ikki sum fyrr.

 

 

Tú kjattaði á FirstClass

 

 

Eins og í dag brúktu allir føroyskir skúlar mailskipanina FirstClass. Her varð mangan farið inn á fyri at kjatta við onnur skúlabørn. Á FirstClass sást tú øll, sum vóru online á teimum ymsu skúlunum runt í Føroyum. Mann hevði hvørki vinir ella fylgjarar. Tað var nokk tí, tað var so upplagt at brúka. Hetta var ein dilla, sum var í eina tíð, og so doyði hon, og mann fór meir og meir yvir til at brúka MSN at kjatta við í staðin fyri FirstClass.

 

 

Brandur Enni

 

 

Gentur? Tit vita, hvat mann sigur: gomul flamma følnar ongantíð. Ja, Brandur var dreymurin hjá øllum gentum tá. Vit koma neyvan tættari einum føroyskum svari upp á Justin Bieber. Hann var ein sonn barnastjørna og tannáringaidol. Hann hevði alt, sum skuldi til: talentið, sjarmuna, hepnið, góð løg og gott fólk aftan fyri seg. 

 

Hann varð altíð nógv umbiðin bæði til konsertir, reklamumyndir fyri fyritøkur, samrøður við føroyskar og útlendskar miðlar osv. “Waiting in the Moonlight” sangin, hann dugdi tú uttanat! Brandur Enni gav út fyrstu útgávuna hjá sær, Waiting in the Moonlight, í 2002 sum 12 ára gamal. 

 

 

Tú vart bangin fyri 21 bandanum

 

 

Øll børn í Havn vóru bangin fyri “21 bandanum”. Óvist er at siga heilt, hvørjir teir vóru, og hvat teir gjørdu. Men ryktið gekk uppá, at teir taldu børn, og nummar 21 kundi velja millum at fáa sigarettbrennimerki ella bank. 

 

 

Gísmundur

 

 

Snjalla røddin hjá Gísmundi um morgnarnar í barnaútvarpinum er ógjørlig at gloyma! 

 

 

Spæliplássið umborð á gamla Smyrli

 

 

Búði tú, ella vart tú ofta í Suðuroy, so hevur tú ivaleyst brúkt nógvar tímar í spæliplássinum á gamla Smyrli. Tað var eitt miðal stórt fýrakantað rúm, sum onkursvegna minti um eitt búr, tí har vóru rimar út til gongina. Tað lá væl fyri mitt í bátinum, og ein kiosk var beint við síðuna av. Har vóru gyngur, ein rutsjubani og eitt sjónvarp.

 

Umborð á "nýggja" Smyrli er einki ordiligt spælipláss til børnini. Har eru bara tvey barnarúm við sjónvarpi í - nei, tað var stuttligari hjá børnum at vera umborð fyrr, tá Smyril eggjaði børnum til at spæla í staðin fyri at hyggja í sjónvarp. 

 

 

Minnist tú “Barnablaðið”, áðrenn tað skifti navn til Strok?

 

 

Barnablaðið hevur verið til leingi. Líka síðan 1928. Men í 1998 skifti blaðið navn frá “Barnablaðið” til “Strok/Snirr”. Onnur helvtin, Strok, var til eldru børnini, og “Snirr” var fyri tey yngru. Strok og Snirr vendu hvør sín veg, so tá mann kom til miðjuna av blaðnum, vendi mann tí við á høvdið fyri at lesa hina helvtina. Blaðið gongur í dag undir navninum “Strok”.

 

 

 

Creamy, tú sang altíð við til "Æblemand"

 

 

Vit kunnu næstan heldur ikki koma uttan um Creamy. Bólkurin varð mannaður av føroysku Rannvu Joensen og donsku Rebekka Mathew. Tær sungu elektroniskar poppútgávur av donskum barnasangum og høvdu stór hitt í Danmark og Føroyum sum “Æblemand”, “Krabbesangen”, og tær sungu eisini føroyska “Til lukku í dag”. Sum barn frá 90'unum hevur tú sungið við til "Æblemand" 1000 ferðir! Tær gjørdu tónleik frá 1999 til 2002.

 

 

Batmass

 

 

Í 2000 kom knappliga ein VHS teknifilmur sendandi við postinum til øll 6 ára gomul børn í Føroyum. Filmurin snúði seg um Batmass, sum fyri fyrstu ferð skuldi royna seg úti í ferðsluni við súkklu. Teknifilmurin var við føroyskari talu, og tað var Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum gav filmin út við tí fyri eygað at kunna børn um súkkluferðslu.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.