Politisku ungmannafeløgini um hjúnabandslógina

Politisku ungmannafeløgini um hjúnabandslógina
Politisku ungmannafeløgini siga sína meining um borgarliga vígslu fyri samkynd, og um kirkjan skal víga samkynd
03.02.2016 - 15:45

Framsøkin Ung

Ganga tit inn fyri borgarligari vígslu fyri samkynd?
Framsøkin Ung er av tí fatan, at tey samkyndu eiga at fáa tey javnrættindi, ið teimum ikki hevur verið unt í alt ov langa tíð. Borgarlig vígsla fyri samkynd er eitt hjartamál hjá Framsøkin Ung, sum eitt av teimum liberalu ungmannafeløgunum í Føroyum. Vit virða tað persónliga frælsið til at velja egnan maka og skipa egna familju grundað á liberalar meginreglur. Ungmannafelagið virkar miðvíst fyri, at hjúnabandslógin verður dagførd til frama fyri teimum samkyndu.

 

Halda tit, at kirkjan skal víga samkynd?
Hóast nógv vilja vera so við, so er málið um borgarliga vígslu ikki eitt mál, ið viðvíkur kirkjum, samkomum ella átrúnaðarbólkum annars. Hetta snýr seg um ein lógarbindandi sáttmála millum tveir myndugar persónar. Hetta gongur alt fyri seg á kommunuskrivstovuni og ikki við altarið. Framsókn ynskir ikki at gera  inntriv í sjálvræðisrættin hjá fólkakirkjuni, men í ungmannafelagnum er ikki full semja um hetta.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Vit hava – eins og móðurflokkurin – drigið eina flokspolitiska linju í hesum málinum, av tí at tað er ein so grundleggjandi rættur. Sum ungmannafelag standa vit ikki einsamøll við hesari hugsjón. Men bert ein av politisku flokkunum vil samtykkja borgarliga vígslu, og tað er Framsókn.

 

 

 

Sosialistisk Ung

Ganga tit inn fyri borgarligari vígslu fyri samkynd?

Ja.

 

Halda tit, at kirkjan skal víga samkynd?

Fólkakirkjan hevur sítt egna fólkaræði, og tað er í hesum fólkaræði, at hesin spurningur skal avgreiðast.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?

Javnaðarflokkurin letur hendan spurningin vera upp til hvønn einstaka lim at taka støðu til, og tí hevur flokkurin onga støðu til málið.

SU, hinvegin, hevur valt at vera fyri málinum, tí at meginparturin av limunum, ið mynda felagið, eru fyri hesum.

 

 

 

Ung fyri Miðflokkin

Ganga tit inn fyri borgarligari vígslu fyri samkynd?
Nei, vit í UfM ynskja ikki at broyta hjúnabandslógina. Vit meta, at uppskotið, ið liggur fyri Løgtinginum, stríðist ímóti endamálinum við hjúnabandinum, sum er ein eind millum mann og kvinnu við serligum atliti til m.a. at fáa børn. Lógaruppskotið vil syrgja fyri, at hjúnaband einans fer at snúgva seg um kærleika. Um hetta er so, hví skal hjúnaband so avmarkast viðvíkjandi aldri, mongd og skyldskapi, um einans kærleikin millum menniskju er avgerandi?

 

Ofta er kjakið rættað øðiliga persónligt ímóti samkyndum, og er hetta sera óheppið. Kjakið eigur ikki bert at snúgva seg um samkynd og teirra rættindi, men um sjálvt hjúnabandið og um, hvussu samfelagið ynskir at definera og varðveita hetta.

 

Halda tit, at kirkjan skal víga samkynd?

UfM ynskir ikki at loyva tveimum av sama kyni at giftast í kirkju, tá hetta týðiliga er í stríð við kristnu læruna, ið skal lærast í kirkjuni.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?

UfM og Miðflokkurin eru samd um bæði hesi mál.

 

 

 

Unga Tjóðveldið

Ganga tit inn fyri borgarligari vígslu fyri samkynd?

Unga Tjóðveldið ynskir einar litfagrar Føroyar, har øll eiga at hava møguleika at trívast og skapa sær eitt gott lív. Tí er tað sera einfalt hjá okkum: sjálvandi skulu samkynd hava somu rættindi sum hinskynd at giftast borgarliga. 



 

Halda tit, at kirkjan skal víga samkynd?

Eftir okkara meting eigur tað at vera upp til kirkjuna sjálva at gera av, hvørt samkynd eisini skulu hava møguleikan at giftast í kirkjuni. Er ynski um hetta frá kirkjunnar síðu, so stuðla vit tí.



 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?

Eftir áhaldandi trýsti frá Unga Tjóðveldinum tók Tjóðveldi í 2014 undir við at stuðla sjálvsagda rættinum hjá samkyndum at giftast borgarliga. Vit eru sera fegin um, at tjóðveldisfólk altíð hava staðið á odda í stríðnum fyri javnrættindum. M.a. vóru tað løgtingsfólk fyri Tjóðveldi, sum løgdu uppskot á ting, um at §266 eisini skuldi fevna um kynsliga sannføring. Eisini er Bjørt Samuelsen, saman við øðrum, aftur við til at leggja uppskot fram um at broyta hjúnabandslógina.

 

 

 

Ungmannafelagið Samband

Ganga tit inn fyri borgarligari vígslu fyri samkynd?

Ja. At sleppa at gifta seg er ein grundleggjandi mannarættur, og halda vit sjálvsagt, at tey skulu sleppa at giftast borgarligt. Tað snýr seg um rættindi til ein minnilutabólk, sum longu er í samfelagnum. Vit meta, at tey rættindi, sum tey giftu hava viðvíkjandi arvi o.a, eisini skulu gevast teimum samkyndu.

 

Halda tit, at kirkjan skal víga samkynd?
Nei. Kirkjan er grundað á kristiligt grundarlag. Tískil meta vit ikki, at samkynd skulu í kirkjuna. Tað gevur onga meining at trýsta kirkjuna til ikki at fylgja sínum grundarsteini – Bíblian.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?

Í Sambandsflokkinum er tað upp til hvønn einstakan. Vit, sum ungmannafelag, hava avgjørt at stuðla tí. Vit meta, at tað er ein styrki at velja eftir persónligari sannføring í etiskum málum. Vit vóna bert, at tað eisini verður gjørt, tá málið kemur fram í Tinginum.

 

 

 

Ungt Sjálvstýri

Ganga tit inn fyri borgarligari vígslu fyri samkynd?
Ungt Sjálvstýri leggur stóran dent á, at tað liggur hvørjum frítt at taka avgerð út frá egnum sannføringum, tá tað kemur til etisk mál. Vit meta, at tá tað kemur til etisk mál, hava øll krav upp á at vera hoyrd, og tískil ynskja vit ikki at binda okkara limir til at hava eina ávísa meining.

 

Halda tit, at kirkjan skal víga samkynd?
Tað er av sera stórum týdningi fyri Ungt Sjálvstýri, at kirkjur og samkomur sjálvar sleppa at avgreiða tann spurningin.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd hesum viðvíkjandi?
Nýtt Sjálvstýri og Ungt Sjálvstýri hava eina greiða meining um, at tá tað kemur til slík mál, so skulu allar røddir í samfelagnum hoyrast, og tískil meta vit tað vera rætt, at tað stendur øllum limum frítt at taka avgerð um slík mál eftir egnari sannføring.

 

 

 

Ungmannafelag Fólkafloksins, Huxa, hevur gjørt vart við, at tey ikki vilja vera við hesa ferð, tí tey í næstum hava nevndarval og vilja ikki úttala seg beint áðrenn nýggj nevnd verður vald.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.