Annika byrjar Við Múrin

Annika byrjar Við Múrin
Eitt ungt og óskrivað blað skjýtur festivalin í gongd um fáar minuttir
02.07.2015 - 17:30

Um fáar minuttir trínur bert 15 ára gamla Annika Malunardóttir á pall í Kirkjubø. Annika er ikki bert millum yngstu tónleikararnar á festivalinum, hon er samstundis tann fyrsta, sum skal trína á pallin og harvið opna festivalin.

 

- Tað kennist væl at byrja festivalin, men ikki nógv øðrvísi, enn skuldi eg spælt eitt annað tíðspunkt. Óansæð eri eg ótrúliga spent og gleði meg bara at syngja og spæla og vísa fram tað, eg havi, sigur Annika, sum gleðir seg at byrja festivalin.

 

Annika skal spæla á Okkara palli kl. 19.00. Hóast hon bert er 15 ára gomul, so hevur hon skrivað fleiri løg sjálv. Í høvuðsheitum fer hon at spæla síni egnu løg. Annika trínur somuleiðis einsamøll á pallin við gittara.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.