Feit ølgløs Við Múrin

Feit ølgløs Við Múrin
Nýggj og spennandi ølgløs Við Múrin eru væl umtókt millum festivalgestirnar
04.07.2015 - 15:00

Nýggj og spennandi ølgløs Við Múrin eru væl umtókt millum festivalgestirnar. 

 

Tráin, Birita og Svanna siga sína hugsan um ølgløsini:

 

- Tað gongur skjótt at fylla ølið í gløsini. Hetta er ideelt til festivalar.

- Hetta er undirhaldandi, gongur skjótt og skúmar ikki.

- Tað besta við hesum er, at ølirnar eru hvørki deyðar, flatar ella dovnar.

 

Men, og hetta er eitt stórt MEN, minst til ikki at koyra fingurin undir glasið, tí so fer allur botnurin, og tú hevur mist tína øl. Samstundis eru líkindini fyri, at bæði tú og tann við síðuna av tær gerast buksuvát av øli. Tað er ikki serliga smart...

 

Tað gongur skjótt at fylla ølirnar

 

Hygg at brotinum niðanfyri, har festivalølirnar verða fyltar skjótt og lætt

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.