Ummæli: Ongin trøllabinding í ár

Ummæli: Ongin trøllabinding í ár
Eivør sang fantastiskt. Men hon sang skeivu sangirnar. Og ljóðið sveik
19.07.2015 - 19:30

Leingi er tað, ið væl skal verða, sigur orðatakið. Tað var eisini í væntu, at tað skuldi blíva gott. Ikki bara gott, men heilt fantastiska gott. "Gøta er Eivør, og Eivør er Gøta," segði Jákup Veyhe, tá hann presenteraði Eivør á pallinum á sandinum.

 

13 minuttir + 21 tímar og 35 minuttir

Fyrst varð konsertin útsett 21 tímar og 35 minuttir, orsakað av at aldurnar floymdu yvir allan sandin. Ístaðin skuldi Eivør spæla á sandinum kl. 20.35 leygarkvøld, men hendan tíðarætlanin helt heldur ikki. Ljóðroyndirnar riggaðu illa, og festivalgestirnir máttu bíða 13 minuttir aftrat, áðrenn Eivør trein á pallin. 

 

Trummustikkarin hjá Høgna Lisberg fór sendandi eftir einum av ljóðmonnunum mitt undir konsertini. Høgni var ivaleyst illur um ljóðteknikkin. Bæði tónleikararnir og festivalgestirnir merktu, at ljóðið ikki stóð sína roynd.

 

 

Hvein í oyrunum

Ikki vóru tað einans ljóðroyndirnar, ið ikki riggaðu, sum tær skuldu. Marius Ziska var gestasangari hjá Eivør. Tað riggaði ómetaliga væl, uttan til seinasta sangin. Einar tríggjar ferðir hvein í oyrunum, so fjøldin mátti stinga fingrarnar í oyruni undantikið tey, sum longu høvdu oyraproppar. Marius royndi at justera ljóðið, men har komu antin hvínandi ljóð ella als ongi. Hann skuldi bara havt latið tað farið eftir næstu roynd.

 

Eivør hevði annars fingið eina kvinnu úr Latvia at spæla saman við sær á hørpu til henda eina sangin. Ógvuliga forkunnugt og spennandi. Tíverri kom hon ikki til sín rætt, fyrr enn móti endanum á sanginum, tá hvinini steðgaðu. 

 

Rosinan var í miðjuni

Hounds of Love var toppurin á konsertini. Ongin ivi um tað. Fólkið hoppaði, dansaði og sang við. Eivør stóð einki aftan fyri Kate Bush, ið eigur upprunalagið. Men so dalaði aftur. Sangirnir blivu friðarligir. Nógvir høvdu í størri mun vokalar heldur enn tekst. Vokalarnir hjá Eivør vóru til UG. Hon syngur heilt einfalt fantastiskt. Har manglaðu bara nakrir av teimum góðu, kendu sangunum.

 

 

Meira føroyskt

Fáir sangir vóru á føroyskum, og tað var spell. Sjálvandi skal tað vera føroyskt á G! Festivalinum. Hvat hendi við slíkum sangum sum "Føroyar mín móðir" og "Elisabet og Elinborg", ið eisini verður mettur sum fólkaogn.

 

Beint eftir framførsluna hjá Eivør, sang Teitur á spæliplássinum og spurdi m.a. hví syngja á enskum, tá mann kann syngja á føroyskum í Føroyum?

 

 

Eivør sang bert tveir sangir á føroyskum: Silvitni og Trøllabundin. Fyrstnevndi er nýggjur og verður at hoyra á nýggju útgávuni hjá Eivør, sum kemur út í næstum. Eivør stóð einsamøll á pallinum, tá hon sang Trøllabundin, meðan bólkurin fekk sær ein roykisteðg aftan fyri pallin. Eivør prógvaði, at hon eisini kann vera sjálvstøðug og hugtakandi á pallinum. 

 

Don't get me wrong, Eivør var góð. Hon var bara ikki fantastisk hesa ferð. Kanska skuldi bólkurin fingið sær ein longri roykisteðg, so Eivør kundi kryddað konsertina við nøkrum føroyskum sangum aftrat. 

 

Lunkað fjøld

Sandurin var stúgvandi fullur. Fram við garðinum uppi á vegnum slapp heldur ongin framat. Fjøldin kom tó ongantíð ordiliga upp at dansa og var ongantíð ordiliga við upp á tað. Eina løtu vóru fólkini við upp á tað, serliga til Hounds of Love. Onkur bresti eitt konfetti, og nú virkaði tað sum, at her var "ordiligt go" í. Men fjøldin endaði aftur við at standa rímiliga still móti endanum.

 

 

Skeivt eykanummar

Fólk vilja altíð hava eitt eykanummar, og tað kom eisini. Tað var sum fjøldin bíðaði eftir einum føroyskum eykanummari, men gakk. Tað var enn eitt enskt lag. Tað ljóðaði sera væl, men fólk høvdu fingið frænir av, at Teitur hvørja løtu skuldi byrja at spæla á spæliplássinum. Sum meyrur tysjaðu fólk niðan at lurta eftir Teiti, meðan Eivør spældi sítt seinasta lag. Eivør megnaði tíverri ikki at trøllabinda festivalgestirnar. 

 

 

4 av 6 møguligum R'um

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.