Nógvur tónleikur alla vikuna

Nógvur tónleikur alla vikuna
Onki summarveður er komið til Føroya enn, og lagið er tungt, men ráð er fyri tí. Alla vikuna eru fleiri tónleikatiltøk, ið saktans kunnu fáa teg at hoppa og dansa
21.07.2015 - 16:15

Norðurlandahúsið 21. juli

Í samband við at kvæðaráðstevna er í Norðurlandahúsinum, spæla Týr til konsertina, Og dansurin gongur, týskvøldið 21. juli kl. 19.00. 

 

Summartónar 23. juli

Anna Katrin Egilstrøð syngur í Norðurlandahúsinum kl. 15.00. Konsertin er partur av summartónum og er ókeypis.

 

Sirkus 23. juli

Jóhanna Norðberg Niclasen spælir konsert við bólki í Sirkus hóskvøldið kl 20.00. Jóhanna hevur altíð sungið nógv. Hon hevur m.a. vunnið ársins songrødd og hevur eisini havt stórar leiklutir í sangleikunum Audition og Grease.

Jóhanna tók eisini alt Kringvarpið á bóli, tá hon í Summarmorgun sang live. Lurta her.

 

Reinsaríið 23. juli

Útgávukonsert hjá Lyon saman við Lover Lover verður í Reinsarínum hóskvøldið 23. juli kl. 21.00.

 

Dansinátt 23. juli

Er tað ov strævið at bíða, til dansiveturin byrjar aftur, ella vilt hoyra, hvar Týr hava fingið íblástur til tónleikin frá? Almenn dansinátt verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 23. juli frá kl. 21.00.

 

Reinsaríið 24. juli

Guðrið Hansdóttir, sum seinastu árini hevur verið mest frammi við bólkinum Byrta, fer nú aftur at framføra undir egnum navni í Reinsarínum fríggjakvøldið 24. juli kl. 21.00.

 

Maggies Café í Nólsoy

Far ein túr til Nólsoyar, gang ein túr í bygdini ella ganga alla oynna runt. Tú kanst enda við einum kaffimunni ella eini øl aftur við eini konsert í Maggies Café. Hesa vikuna er nógvar konsertir á skránni í Maggies:

Hóskvøldið spæla Lena Andersen og Niclas í Maggies Café, sum er í Nólsoy. Konsertin byrjar kl. 20.00.

Fríggjakvøldið syngur Edith Dahl Jakobsen í Maggies. Edith hevur lisið tónleik í Bretlandi og Danmark. Konsertin byrjar kl. 20.00.

Leygarkvøldið syngja Vágaverk um medistaran í karri og eftir 1001 nátt. Konsertin byrjar kl. 20.00.

Ternan siglir fleiri ferðir um dagin. Ferðaætlanina sært tú her.

 

Pride Weekend 2015 24. og 25. juli

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið eru fyrilestrar, pallborð, filmssýning og eitt forkunnugt norðurlendskt dragshow í Norðurlandahúsinum. Millum annað fer føroyingurin, Dennis Agerblad, á pall saman við bólki til dragshowið. Les meira á nlh.fo.

 

Tórsfest 25. juli

Basshunter bleiv heimskendur, tá technosangurin, Boten Anna, hertók allar útvarpsrásir og allar top playlistar. Níggju ár seinni kemur hann til Føroya at spæla. Fleiri onnur kend nøvn so sum Byrta, Páll Finnur Páll, Týr og Swangah skulu eisini spæla. Les meira á facebook síðuni hjá Tórsfest

 

Bryggjudansur 25. juli

Tímir tú ikki at hoppa og dansa til modernaðan technotónleik á Tórfest, so kanst tú dansa til rungandi tónarnar hjá Hans Jakku Hjelm og vinmonnum. Tórshavnar Bátafelag skipar fyri bryggjadansinum leygarkvøldið 25. juli kl. 21.00.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.