Punjab við nýggjum sjónbandalagi

Punjab við nýggjum sjónbandalagi
Sangurin "Hairy Woman" hjá føroyska bólkinum Punjab, varð útgivin á YouTube í dag. Matthias Kjølbro greiðir frá nýggja sjónbandalagnum og komandi fløguni
03.09.2015 - 15:45

Punjab er ein bólkur, ið fann saman fyri góðum trimum árum síðani í tónleikabreytini í Nám X. Tað vóru seks dreingir úr Havn og Hoyvík, ið skjótt gjørdust kendir við góðu og annaðleiðis cover-løgunum. Teir spældu á pallum kring landið bæði í summar og síðsta ár, og fólkið hevur dámað teir avbera væl.

Eg spurdi 19-ára gamla saxofon spælaran, Matthias, um sjónbandalagið og fløguna.

 

Hvat fekk tykkum at gera eitt sjónbandalag júst nú?

- Tað er bara promovering av fløguni, ið kemur út 18. septembur. Vit spæla útgávukonsert í Perluni fríggjakvøldið, har mann eisini fer at hoyra nýggja tónleikin hjá okkum.

Tað tók okkum rættiliga leingi at gera eitt sjónbandalag, ja, og fløguna faktiskt, tí at vit vóru so ræðuliga ungir, tá ið vit byrjaðu. Og tað er jú eitt stórt og dýrt projekt. Vit tosaðu leingi um tað, áðrenn vit fóru í studio. Ætlanin var at taka 3 løg uppá. Vit fingu so sannført producaranum til at gera eina EP, ið so bleiv til eina fløgu.

 

Hvør fann uppá sjónbandalagið?

- Polar Films Entertainment! Vit høvdu onkur hugskot, og teir høvdu onkur hugskot, so vit tosaðu aftur og fram, og gjørdu tað so. Tað hevur verið mega kul at arbeitt við teimum.

 

Ætla tit at gera fleiri?

- Ja. Avgjørt. 

 

Nær kemur fløgan hjá tykkum út, og hvør fann uppá navnið "The Flying Elephant''?

- 18. septembur. Fløgan verður feit! Hon eitur "The Flying Elephant" eftir einum sangi á fløguni. Tekstirnir hjá okkum eru ræðuliga tilvildarligt skrivaðir. Eg haldi, at Kristian Pauli hevur skrivað akkurát tann sangin.

Vit hava so sjálvandi ein flúgvandi elefant á permuni. Uni Árting kom við hugskotinum. Vit vístu so honum okkurt hugskot, og so bleiv hetta úrslitið.

 

Hvat fyri genru hoyra tit til?

-Uha ... Eg veit ikki. Okkurt slag av alternativum funk rock'i? Fyrr kallaðu vit tað "jazz inspirerað alternativt funk rock", men vit hildu tað vera eitt ov langt og ljótt heiti.

 

Hvar eru tit um fimm ár?

- Ja tú, eg veit ikki. Vit ganga allir í student nú, og so er spurningurin, um vit fara at lesa ella spæla aftaná. Tað má tíðin bara vísa. Vit vera í hvørtfall ein bólkur í eitt ár aftrat.

 

Síggj nýggja sjónbandalagið her.

 

Punjab er bert eitt av spennandi nøvnunum, ið verða at síggja til tiltakið 'Ungar Röddir í Perluni' fríggjakvøldið. (Les meira um tiltakið her)

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.