UMMÆLI: Fólk og dólgar í Kardamummubýnum

UMMÆLI: Fólk og dólgar í Kardamummubýnum
Ein barnaleikur spældur í fullum sali fyri vaksnum fólki í skellilátri. Leikurin er flottur, væl spældur av professionellum amatørleikarum og ikki minst stuttligur við nógvum tilsipingum til dagsins samfelagsviðurskifti
12.11.2015 - 16:45

Í 1955 skrivaði norska skaldið, Thorbjørn Egner, søguna um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Í 1961 umsetti Eyðun Johannesen søguna til útvarpsleik, sum varð sendur í 1961. Og síðan tá hevur søgan um teir tríggjar dólgarnar, Suffíu mostur og øll hini potað seg í hjørtuni hjá ungum sum gomlum føroyingum. Áhugin hevur altíð verið stórur fyri Kardamummubýnum, og tað er hann sanniliga enn. Hygg bara at atgongumerkjasøluni: 30 sýningar útseldar áðrenn frumsýningina.

 


Áskoðarar eru spentir, til frumsýningin byrjar

 


Og tað er leikstjórin ovast í horninum eisini

 

Angela Merkel og Volkswagen

Suffía mostir er ein ill kona, sum dámar væl at skelda og halda skil á. Hon er striks og haraftrat týsk. Við eini týskari og skemtiligari dialekt fær Suffía mostir nógvar stuttligar setningar. Hon fýsir eftir Bastian politimeistara og óskilinum í Kardamummubýnum, og tá sporvognurin hjá Sívarson vognstjóra steðgar, kallar hon tað eina Volkswagen skandalu, og fólk kunnu ikki bara sær at flenna. Somuleiðis heldur Suffía, at ein Angela Merkel manglar hjá dólgunum. Tíbetur stendur Suffía í mát við Merkel og við einum handahógvi, fær hon teir tríggjar uppsteðgaðu dólgarnar á glið. Børnini flenna at avbera góða leikaraavrikinum, meðan tey vaksnu í skellilátri halda sær um búkin, tí viðmerkingarnar hjá Suffíu mostur eru bara eitt nummar for góðar.

 

Upptikin tónleikur hoyrist væl

Leikurin er stórur við bæði sangi og róma. Her er ein góð blanding av felagssangi og solosangi. Jákup Wardum og Petur Háberg hava latið tónleikin í ein nýggjan ham, ið riggar sera væl. Flestu sangirnir eru tiknir upp – og tað bæði hoyrist og sæst. Viðhvørt makka leikararnir ikki rætt, og tað er í so týðiligt, at tónleikurin er upptikin. Tað skuffar. Hinvegin eru aðrir sangir heilt ómetaliga góðir og væl frágingnir. Ivaleyst eru allir sangirnir upptiknir, men í summum sangum syngja leikararnir út yvir upptøkuna. Tað riggar ómetaliga væl – tá blívur tað meira "live". Sjónleikarhúsið er kortini stórt, og tá er fyrimunurin við at hava sangirnar upptiknar, at ljóðið er harðari, so at sjálvt deyvi abbin á ovastu rekkju hoyrir sangin sum ein svisk.

 


Fantastiska og stuttliga kardamummuballettin

 

Ymiskleiki

Kardamummubýurin hýsir øllum fólkum. Ein grussa, ein døllutur politimeistari, ein homoseksuellur hárskeri og ymiskir tjóðskapir eru umboðaðir. Í Kardamummu eru øll ymisk, men kortini hava tey øll okkurt til felags. Detaljuríka pallmyndin lýsir hetta brigdið ógvuliga væl: øll húsini eru hvít, men tey eru ymisk í skapi og litum á vindeygum og tekjum.

Hóast eingin er heilt eins, so verða øll góðtikin hvør sum ein – eisini tann stranga og ikki sørt forvitna Suffía mostir, sum so líðandi gerst ein meira blíð og tolin kona.

 

Eitt fyrimyndarligt samfelag

Um tú vilt, so kanst tú við støði í leikinum forklára einum barni nógv um dagsins samfelag. Suffía mostir er í veruleikanum ein maður, og um tú vilt, so kanst tú fortelja barninum um drag. Hárskerin er ein eyðsýndur samkyndur maður. Hann er eisini ein beinleiðis tilsiping til Róland Samuelsen, sum var ein av fyrstu føroyingunum, ið livdi opið um sín seksualitet. Í Kardamummubýnum eru eisini ymiskir tjóðskapir umboðaðir. Tá ber til at snakka um ættleiðing og ymiska mentan. Dólgarnir eru tríggir uppsteðgaðir menn, sum ikki eru komnir víðari í lívinum. Teir hava brúk fyri einum skumpi og rættleiðing.

 

Leikstjórin setur sín dám á leikritið

Hevur tú ofta hoyrt hoyrispælið um Fólk og dólgar, ella situr myndin frá leikinum í 2003/04 føst í minninum, so kann tað til tíðir vera eitt sindur torført at hyggja at leikinum. Í byrjanini var torført at skilja, hví Suffía mostir skuldi hava týska dialekt. Mannfólkarøddin við týskari dialekt passar als ikki til eitt nú strongu kvinnurøddina hjá Annu Hermansen í Kardamummu- útvarpsleikinum. Men tá ið týsku tilspingarnar hjá Suffíu mostur koma, gongur alt upp í eina hægri (stuttliga) eind.

 

Umframt at leikstjórin, Hjálmar Dam, hevur valt at flætta nøkur aktuell samfelagsdrøg við í leikin, so hevur hann eisini broytt eitt sindur í leikritinum, soleiðis at hann hongur betur saman. Leikstjórin hevur megnað at skapa eina rammuforteljing og at vísa á smáar betringar hjá persónunum í leikinum eitt nú hjá Suffíu mostur og dólgunum. Hetta ger søguna meira samanhangandi og stuttligari í mun til brádligu broytingarnar í persónunum hjá sjálvum rithøvundanum, Thorbjørn Egner.

 

Professionellir amatørleikarar

At helvtin av leikarunum aldri hevur staðið á palli fyrr, tykist vera ov gott til at vera satt. Leikararnir, royndir sum óroyndir, duga ómetaliga væl, og tað er eisini einum góðum leikstjóra at takka, sum somuleiðis roynir seg sum leikstjóra fyri fyrstu ferð. Tað krevur sín mann at leikstjórna einum so stórum leiki – og serliga tá ið hópurin er somikið ymiskur. Í hópinum eru bæði yrkisleikarar og óroynd í øllum aldri. Eins og Kardamummubýurin rúmar øllum persónligheitum, so rúmar hann eisini øllum leikarum. Deiligt!

 

Leikurin fær 6 av 6 møguligum R'um

 


Leikstjórin, Hjálmar Dam, er sera glaður fyri framsýningina - og tað kann hann loyva sær at vera

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.