- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kardamummuvenjing
Aftan fyri pallin situr gamli Tobias og lesur uppá. Hann er møttur langt áðrenn øll hini. Tey næstu eru børnini. At okkurt nýtt er komið aftrat til pallin er heilt vist. Ja, menninir, sum byggja pall, eru enn í gongd, hóast venjingin byrjar um 10 minuttir. Ljósmaðurin hevur eisini eitt óoffisielt diskotek. Tey ganga bæði oman og niðan og viðhvørt upp á kross - eins og sporvognurin.
Og sporvognurin er júst tað nýggja og spennandi í dag.
- Kom nú niður úr sporvogninum. Nú vil eg sleppa!
- Nei, eg standi akkurát model!
FØÐINGARDAGURIN HJÁ TOBIASI
Tey royna altíð at byrja til tíðina, men tað er heldur undantakið enn meginreglan – og tað er ikki løgið, tá ið hópurin telur 26 leikarar.
Tað er ein løta at bíða, til allir leikarar møta
- Okay, hússj hússj, sigur leikstjórin aftur við einum hørðum klappi. – Her mangla nøkur fólk. Ein slaktari. Kamomilla er sjúk. Frú Bastian. Nei, hon er her, orsaka. Og Barbara. Nei, hon fór at leita eftir børnum, letur í einum.
- Okay, vit venja bara tvær síður í dag. Vit hyggja upp á føðingardagin hjá Tobiasi á síðu 28. Hvat blivu vit samd um? Vit krógva okkum. Ja.
Allir leikararnir krógva seg. Tey skulu ikki krógva seg heilt, men fornemmast. Tobias situr uppi í torninum og bíðar. Beint sum øll hava krógvað seg og skulu leypa fram at yvirraska Tobias, kemur ein av handverkarunum inn. – Hey, nú hvussu gongur hjá tykkum? Áh, eg skal ikki forstýra tykkum...
Les eisini: Kardamummuaudition
- Nú var slaktarin her. Hey slaktari. Nú eru vit fullmannað. Veitst tú, hvar tú skalt standa? Vit venja føðingardagin hjá Tobiasi. Ja fínt.
Ja, so byrja vit aftur. Tobias byrja. Umskylda, eg hoyri eitt útvarp. Eg sløkki. Okay umaftur.
TREDJE GANG ER LYKKENS GANG
Og triðju ferð hilnast betri. Í øllum førum verður senan ikki steðgað, áðrenn hon yvirhøvur byrjar. Øll krógva seg, og tá ið tey hava talt upp í trý, koma tey fram við fløggum og ynskja Tobiasi til lukku við føðingardegnum. Og Bastian politimeistari hevur eina ógvuliga vakra føðingardagsrøðu.
- Hoyr, hetta er deiligt, sum tit gera, men vit skulu hava eina bukett av smílandi andlitum. Komið øll oman her uttan Sámal og frú Bastian. Hini skulu hyggja eftir tykkum og hvussu glað tit eru, tá ið Bastian heldur føðingardagsrøðuna. Nú arbeiða vit við karakterum. Tit kunnu hyggja upp á hvønn annan og siga "áh, nú bleiv hann glaður" og fella eitt tár ella tvey. Mann kann gera tað diskret ella yvirdrivið. Nógvir mátar.
Takkarrøðan hjá Bastian politimeistara er so rørandi
- Ókay, start positión. Øll eru krógvað. Ehmm, kann onkur lúra gjøgnum altanhurðina eisini? Sodan.
Og so verður senan tikin ígjøgnum eina ferð aftrat. Hóast tey bara skulu venja tvær síður, so tekur tað ógvuliga langa tíð. Leikstjórin situr umhugsin. Hann gongur runt í salinum fyri at vita, um mann sær frá øllum áskoðaraplássum. Andlitsútrykk skulu koma til sín rætt, og áskoðararnir skulu føla, at teir eru við í leikinum – tað er eitt satt putlispæl at fáa alt at hanga saman.
PAUSAN
- Er tað ikki pausa skjótt?
- Hava tit brúk fyri pausu nú? Ja, kaffipausa meðni.
- Hahaha, eg havi ikki tal á, hvussu nógvar livurpostej og kaffipakkar vit hava keypt, men nóóóógvar, sigur produktiónsleiðarin Hanna Flóvinsdóttir
Í pausuni fara børnini aftur í sporvognin. Summi fáa sær eina breyðflís við livurpostej og ein kaffimunn afturvið. Og ultimativu roykjararnir standa uttanfyri á trappuni. Á trappuni verður tosað um bæði eitt og annað m.a. hvussu strævið tað er, tá myndatólið gongur aftan á tær (eitt hint til fotografin?), men eisini um annað.
- Nú skulu vit ímynda okkum, at málingin á vegginum tornar, sigur Hjálmar brádliga.
Tey tystu hava sløkt tostan við kaffi, tey svongu mettað svongdina við breyði og roykjararnir mettað tørvin við eini sigarett. Pausan er liðug, og leikarar samlast aftur á pallinum.
- Hey, fangatippið hjá Bastian er komið nú
- Áh, eg orki ikki meira, letur í einum smádreingi. Tað er eisini leingi og drúgt at venja ein tílíkan leik. Kvøldini gerast long, og tað er neyðugt hjá øllum at lesa væl uppá. Børnini tíma kortini væl at venja, men akkurát í dag er sporvognurin eitt sindur meira spennandi enn venjingin.
ASNIN HJÁ SILIUSI STEÐGAÐUR UPP
Eftir kaffisteðgin hoppa tey til senuna, tá ið asnin hjá Siliusi er steðgaður upp, og sleppur sporvognurin tískil ikki framvið.
- Her ýður av børnum og ungum. Hetta er so vakurt, sigur ein rørdur leikstjóri og sendir teimum ein sleingimuss.
Senan er vand fyrr, so leikararnir kenna rutinuna. Nú skal hon líka venjast umaftur.
- Nei, forsinka líka flennið til, tá Silius hevur sagt "skal eg so vera asni?"
Tá ið Silius og asnin hava býtt um pláss, skulu øll fólkini í sporvognin, sum endiliga hevur frítt at koyra. Tað er bara ikki sum at siga tað, at fáa 26 fólk inn í ein lítlan sporvogn.
- Tit mugu bara kroysta tykkum í. Bara ikki standa ov høgt, tí tað tori eg ikki. Og passa tit ikki í, so gerst ikki við.
- Takk fyri í kvøld tit. Hetta var tað fyri í dag.
- Kunnu vit ikki venja meira, eru síðstu orðini frá einari gentu, sum ikki er troytt eftir eina tríggjar tímar langa venjing.
Myndir: © Hanna Vang
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |