Soleiðis bjargar tú sokkabuksunum

Soleiðis bjargar tú sokkabuksunum
Her eru nøkur ráð, hvussu tú fært tínar sokkabuksur at halda longri
03.12.2015 - 09:45

Tú hevur akkurát verið og keypt tær einar nýggjar sokkabuksur. Tað tók tíð, orku og pening. Ætlanin er at brúka tær til teir næstu jólafrokostarnar ... um har ikki kemur hol á fyrst.

 

Fryst tær!

Tað fyrsta, ið tú altíð átti at gjørt, tá ið tú keypir nýggjar sokkabuksur, er at koyra tær í frystiboksina. Ger tær fuktigar, legg tær í ein frystiposa og legg tær síðani í frystiboksina. Lat tær liggja har í eina nátt. Tak tær upp og 'tina' tær. Ikki frysta tínar sokkabuksur meira enn eina ferð. Hetta styrkir fibrini í teimum, skrivar Huffington Post.

 

Ver varin

Tá ið tú letur teg í tær, tá ið tú hampar teg, tá ið tú nertur við sokkabuksurnar sum heild, skalt tú vera varin. Minst til at aldrin lata neglirnar nerta við sokkabuksurnar.

 

Les eisini: Soleiðis fært tú varrastiftina at halda longri

 

Um tú longu ert á reyvini...

er neglalakk ein lívbjargari. Fyri at forða sokkabuksunum í at skrædna meira, kanst tú smyrja gjøgnumskygt neglalakk á holið og ballast víðari uttan ørkymling.

 

Eftir brúk

Tað er umráðandi, at tú vaskar sokkabuksurnar rætt. Tú veitst nokk longu, at eg fari at siga "vaska tær við hond," men vit vita øll, at eingin tímir ella orkar tað. Ert tú ein av hasum fólkunum við nóg nógvum yvirskoti til slíkt er tað sjálvandi best. Ert tú eitt sindur meira sum eg, kanst tú koyra tær í eitt pútubetrekk, áðrenn tú tveitir tær í vaskimaskinuna.

 

Tá ið tú goymir tær burtur aftur er skilagott at goyma tær í einum plastikkposa. Á hendan hátt sita tær ikki fastar í nøkrum og taka ikki skaða av øðrum lutum í klædnagoymsluni hjá tær.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.