Eagles of Death Metal aftur á palli í París

Eagles of Death Metal aftur á palli í París
"Pallur teirra bleiv tikin frá teimum fyri trimum víkum síðani. Tískil vilja vit fegnir bjóða teimum okkara." Síggj brot frá konsertini við U2 og Eagles of Death Metal her
08.12.2015 - 20:15

Konsertin hjá Eagles of Death Metal í Bataclan bleiv avbrotin av ræðuleikunum, sum fóru fram inni í konsertsalinum, tá teir framførdu fyri trimum vikum síðani. 

 

Bjóðaðir á pall av U2

Bólkurin var tó skjótur at boða frá, at hóast teir vóru sera merktir av hendingini, so ynsktu teir fegnir at sleppa at spæla aftur í París. Hetta fingu teir høvi til, tá U2 bjóðaði teimum upp á pallin til konsertina, sum írsku rokk-legendurnar høvdu í París í gjár.

 

Les eisini: "Vit ætla okkum aftur at spæla í Bataclan"

 

"Pallur teirra bleiv tikin frá teimum fyri trimum víkum síðani. Tískil vilja vit fegnir bjóða teimum okkara," segði Bono, forsangarin í U2, áðrenn teir báðir bólkarnir saman spældu lagið 'People Have the Power' hjá Patti Smith. 

 

Síggj brot frá konsertini niðanfyri.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.