"Vit ætla okkum aftur at spæla í Bataclan"

"Vit ætla okkum aftur at spæla í Bataclan"

"Vit ætla okkum aftur at spæla í Bataclan"
Hoyr teir sera rørdu limirnar í Eagles of Death Metal tosa um yvirgangsálopið í Bataclan, sum byrjaði, meðan teir framførdu í konserthøllini
26.11.2015 - 10:15

13. november bleiv ein ræðuligur dagur í París og ikki minst hjá bólkinum, Eagles of Death Metal, sum framførdi í Le Bataclan, tá yvirgangsálopið byrjaði. 

 

Í samrøðuni við VICE greiða teir sorgarbundnu og skelkaðu limirnir frá teimum ræðuleikunum, ið fóru fram inni í Bataclan, og senda sínar tankar út til øll offrini og tey, ið eru ávirkað av álopinum.

 

Forsangarin, Jesse Hughes, sigur eisini, at hann vónar, at Eagles of Death Metal fer at teljast millum teir fyrstu bólkarnar, sum sleppa at framføra í Bataclan, tá konserthøllin eina ferð aftur letur dyrnar upp. 

 

Síggj samrøðuna, sum VICE hevur gjørt við bólkin, omanfyri.

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Síggj SKAM frá byrjan til endan

RöddinLive er jarðað, men okkurt nýtt uppstendur

Kringvarp Føroya keypir SKAM