978 savdiarábiskar kvinnur stilla upp til val

978 savdiarábiskar kvinnur stilla upp til val
Fyri fyrstu ferð sleppa savdiarábiskar kvinnur at velja og eisini at stilla upp til val
12.12.2015 - 12:30

Í dag, 12. desembur 2015, fara kvinnur í Savdiarábia fyri fyrstu ferð at velja. Tær sleppa at velja til økisval í Savdiarábia.   

 

Savdiarábia er annars eitt ekstremt konservativt land, sum ikki loyvir kvinnum at koyra bil ella ganga ótildekkaðar á gøtuni. Eiheldur sleppa tær at reika runt sjálvar. 

 

Stóran symbolskan týdning, men lítlan ítøkiligan týdning

 

Tað, at kvinnur í Savdiarábia sleppa at velja, hevur stóran symbolskan týdning, men avmarkaðan ítøkiligan týdning.

 

Hetta hevur avmarkaðan ítøkiligan týdning bæði tí, at økisráðið ikki hevur ta størstu ávirkanina, og tí at kvinnurnar enn eru undirlagdar sera strangar avmarkingar. Til dømis skulu tær fylgjast við manni sínum oman á valstaðið.  

 

Hóast tann politiska ávirkanin hjá kvinnunum er avmarkað, so hevur hendan lógarbroytingin stóran symbolskan týdning. Tær væl útlærdu kvinnurnar og aðrar kreftir hava leingi kempað fyri betri korum til kvinnur. Hetta hava tey gjørt við millum annað mótmælisgongum, har kvinnurnar bróta lógina og seta seg aftan fyri róðrið í bilinum. 

 

Kvinnur stilla upp

 

Eisini sleppa kvinnur at stilla upp til valið. Valstøðini opnaðu í morgun og heili 978 kvinnur hava stillað upp til valið. 

 

Við at geva kvinnunum atkvøðurætt, so metir mann kvinnurnar verða førðar fyri at hava eina meining. Hetta kann hava við sær eina dominoeffekt, sum seinni fer at geva kvinnum fleiri rættindi, sum til dømis at koyra bil. 

 

Hvat halda tit? Er hetta eitt stig á vegnum til betri kor til savdiarábiskar kvinnur? 

 

Kelda: politiken.dk og dr.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.