Pól Mohr uppringdur av donskum rapparum

Pól Mohr uppringdur av donskum rapparum
Tríggir danskir rapparar freestyle rappa fyri Pól Mohr. Hygg her, hvussu teir kláraðu seg
13.12.2015 - 12:00

Fríggjadagin 13. november fekk 21 ára gamli Pól Mohr úr Fuglafirði eina heldur óvæntaða uppringing. Tað vóru teir tríggir donsku rappararnir MC Ollie, Mund De Carlo og Elbanovic, ið ringdu.

 

Ringdur upp á flogvøllinum

Fyri tveimum vikum síðani skrivaðu teir hvør sær út á sína Facebook síðu, at fólk høvdu møguleika at senda navn og nummar inn, so teir kundu fríska dagin upp við einum freestyle rappi. Áron Sofús Vest sá hetta og sendi inn nummarið hjá vinmanninum, Pól Mohr. Hann var staddur á flogvøllinum, tá hann varð uppringdur.

 

- Eg helt hetta var eitt stuttligt og óvæntað upplivilsi, sigur Pól, sum ikki kendi nakran av rapparunum.

 

Teir tríggir rappararnir eru kendir frá donsku rapp kappingini, MC’s fight night, ið er ein “rapp battle-kapping”. Freestyle rapp er at improvisera ein tekst beint úr ermuni, altso uttan fyrireiking. Elbanovic, ið situr til høgru í sjónbandinum niðanfyri, vann í ár. MC Ollie, ið situr í miðjuni, vann í 2011 og 2013.

 

Her eru nakrar av linjunum:

 

“Hvis du dør, så er der en der bliver ked af det, det’ Pól’s Mohr. Lige om lidt så begår Pól Mohr”

“Jeg synes Pól Mohr er et dope navn, jeg håber fandme du hygger i den lufthavn”

“Jeg er sikker på at Pól vil toppe, hvis flyet styrter så holder du det oppe”

 

Hygg at sjónbandinum her:                                                                                       

 
Flyv fra Færøerne fredag formiddag-freestyle..

I sidste uge ringede vi rundt til en masse folk for at freestyle lidt for dem. Et af højdepunkterne var, da vi fik fat i Pól fra Færøerne, der var kølig nok til at tage ud og flyve, selvom det var fredag d. 13!

Posted by MC OLLIE on Tuesday, 24 November 2015

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.