So long, harra Cohen

So long, harra Cohen
Fyrst Bowie, so Prince og nú Cohen.
11.11.2016 - 10:30

Best kenda lagið hjá Leonard Cohen má vera tað so mangan tulkaða hittið "Hallelujah", sum varð útgivið í 1984. Cohen gjørdist eitt stórt navn longu í 60'unum, men so seint sum oktobur í ár gav heimskendi kanadiarin út enn eina fløgu. Hesu ferð við heitinum You Want It Darker.

 

 

Við amerikanska blaðið New Yorker segði Leonard Cohen í samband við fløguútgávuna, at hann var til reiðar at doyggja. Og í gjárkvøldi legði hann so árarnar inn, tann 82 ára gamli og nógv virdi sangarin og yrkjarin úr Kanada.

 

Í morgin ger Kringvarpið eina sending til minnis um Leonard Cohen. Lurta við í Útvarpinum millum klokkan 13.00 og 15.00.



 


 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.