Hugskotið til filmin spratt burtur úr eini venjingarlegu til eina aðra verkætlan við somu leikarunum, sum tó ongantíð bleiv til nakað.
Stina Karina í uppskoti til topplista
Føroyski stuttfilmurin 'boblar' á danska Ekko Shortlist
07.03.2017 - 12:00

Føroyski stuttfilmurin Stina Karina eftir Andrias Høgenni, sum vann Geytan 2015, fær nú aftur góða umtalu. Hesa ferð í Danmark. Filmurin liggur í løtuni sum ‘bobla’ á listanum hjá danska filmstíðarritinum Ekko. Hetta merkir, at hann kann verða valdur inn á sokallaða Ekko Shortlist, sum er ein topp 10 listi við vælumtøktum donskum stuttfilmum.

 

Hvørja viku velur redaktiónin á Ekko tveir til fýra nýggjar stuttfilmar, sum kappast um at koma inn á topplistan. Áður hava eisini aðrir føroyskir stuttfilmar verið á listanum. Hesir eru millum annað Skuld eftir Heiðrik á Heygum og Sum einglar vit falla eftir Mariu Winther Olsen.

 

 - Um Stina Karina klárar seg væl á listanum, so er møguleiki fyri, at hann eisini verður skotin upp til Ekko Shortlist Awards, ið gevur virðislønir til nakrar av teimum filmunum, ið hava verið á listanum. Í fjør vunnu bæði Skuld og Sum einglar vit falla Ekko Shortlist virðislønir, sigur ein glaður Andrias Høgenni við Røddina.

 

Stina Karina er á føroyskum, men hevur enskar undirtekstir og kann síggjast her, og eisini ber til at atkvøða fyri honum. Leikararnir í filminum eru Mariann Hansen og Durita Dahl Andreassen, sum við "Einaferð var tað eg" eisini eru í uppskoti til at vinna besta videolag á ársins FMA. Síggj videolagið her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.