Rullandi tattoo salong í Havn

Rullandi tattoo salong í Havn
Tattoo.fo er heitið á nýggju salongini við trimum listamonnum úr trimum ymiskum londum
02.02.2016 - 11:45

Vit hava leingi havt ein tattovør í Vestmanna, íslendski Fjølnir hevur vitjað okkum av og á, og so verður Tatt Fest fyri fjórðu ferð í mei í ár. Seinastu árini er tattoveringsmentanin vaksin nógv, og er hon nú komin so langt sum at hava eina salong mitt í Havnini.

 

Kendir heima sum uttanlands

Terji Skibenæs er helst meira kendur sum gittarspælarin í Týr, men hevur eisini tattoverað síðan 2009. Hann hevur, saman við íslendska Fjølnir, opnað eina tattoo salong á J. Bronxgøtu í Havn. Aftrat teimum báðum skal bretski David Alexander starvast hjá teimum. Hann eigur eisini sína egnu salong í Keypmannahavn, ið kallast Rites of Passage.

 

Vitja heimasíðu teirra her!

 

Frá vinstru: David Alexander, Fjølnir og Terji. Triðju myndina eigur Jens Kristian Vang.

 

Teir hava allir tríggir verið á árliga tattoveringsfestivalinum í Havn. Terji og Alex sum tattovørar og Fjølnir sum fyriskipari.

 

Fjølnir

Í 1998 kom ein íslendskur tattovørur til Føroya. Bergtikin av føroysku fólkunum, byrjaði hann at vitja okkum av og á og endaði við at gerast kendur tattovørur í landinum.

 

- Eg eri úr Íslandi, ið hevur líknandi landslag og vinarlig fólk eins og her. Men hesi fólkini eru lættari at fáast við og á onkran hátt blíðari. Mær dámar nógv ting við Føroyum. Mær dámar at koyra mína motorsúkklu her. Alt í alt dámar mær væl í Føroyum.

 

Frá føroyskum til altjóða støði

- Menningin hevur gingið skjótt. Tá eg kom her, vóru tit eitt sindur old school við tribals og líknandi. Tribals eru fínir, men kanska eitt vet gamaldags. Soleiðis var eisini í Íslandi, men tað er broytt skjótt, og nú er tað veruliga á altjóða støði. Tað er stuttligt at síggja.

 

Rullandi salong

- Hevði eg búð her, so hevði eg langt síðani opnað mítt egna stað. Men eg búgvi jú í Íslandi, og so kom Terji við tankanum um at opna eina salong, og Alex tað sama.

 

 

- Terji er altíð á ferð, eg eri altíð í Íslandi, og Alex altíð í Keypmannahavn. Men tilsamans eru vit her nógv og hildu tað tí vera eitt gott hugskot at hava eina rullandi salong, har vit allir kundu skiftast um at arbeiða.

 

Hasin íslendski tattovørurin

Vit hava lyndi til at rósa okkum sjálvum fyri at vera eitt vinarligt fólkaslag. Tað er nokk ikki so langt frá veruleikanum, men kunnu útlendingar eisini uppliva ágang av ymsum slag.

 

- Eg varð sera væl móttikin. Har eru sjálvandi nøkur, ið eg ikki eri heilt á bylgjulongd við, men soleiðis fer altíð at vera. Eg royni bara at vísa fólkunum í landinum virðing.

 

Fjølnir og íslendski konsulin.

 

- Tað er tað við føroyingum, teir eru sera gestablíðir. Eg eri vorðin sera væl viðfarin her, faktiskt betur enn eg nakrantíð havi upplivað fyrr. 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.