TalGILDIÐ hýsir føroyska elektrotónleikinum

TalGILDIÐ hýsir føroyska elektrotónleikinum
Elektropallurin sprettur í Perluni 2. apríl við stóra, afturvendandi tiltakinum, TalGILDIÐ
29.03.2016 - 21:45

2016 varð skotið í gongd við fullum blástri, tá nakrir elektrotónleikarar høvdu eina stóra konsert í Perluni 2. januar. Tiltakið kallaðist TalGILDIÐ og var ein blanding av elektroniskum tónleiki og film- og ljóðinstallatiónum.

 

Síggj myndir frá seinasta TalGILDIÐ her!

 

HULDA til TalGILDIÐ 2. januar 2016.

 

Fyriskiparin til tiltakið er Rannvá Helenudóttir, eisini kend sum Hulda. 

 

Pallurin manglaði

- Hugskotið kom ein dagin, tá eg og ein vinkona prátaðu um elektroniskar konsertir og um, at eingin tílíkur pallur hevur verið í Føroyum. Av tí at so nógvur feitur elektroniskur tónleikur er í Føroyum, gjørdi eg av at royna at skapa hendan pallin. 

 

Tiltakið riggaði so væl, at hon gjørdi samstarv við Perluna um eitt afturvendandi tiltak. Tað næsta verður 2. apríl, og hesa ferð verða Laila av Reyni, uRbz, Helgi, SAKARIS og Fred.

 

Les meira um skránna til næsta TalGILDIÐ á facebooktiltakinum!

 

- Fyrsta tiltakið var sera væl eydnað. Nógv betur enn eg hevði torað at vóna, so tað váttaði mínar tankar um hendan maglandi pall. Nógv fólk komu til tiltakið, og teir bólkarnir, eg spurdi, søgdu allir ja.

 

 

Duoin Frost til seinasta TalGILDIÐ.

 

Tí verður enn eitt talGILDIÐ, hesa ferð 2. apríl. Og aftur hesa ferð er Rannvá sera fegin um góðu móttøkuna, hon hevur møtt, og at fólk vilja sleppa at spæla til hetta tiltakið. Eisini varð hon kontaktað av einum útlendskum bólki, sum hevur víst áhuga at sleppa at spæla til talGILDIÐ.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.