- Tíðindi, mentan og ítróttur
TalGILDIÐ leveraði til tóman sal

Hvussu heldur mann eitt væl eydnað tónleikatiltak í Havn? Eitt feitt konsept, feit tónleikanøvn, góð lýsing upp til dagin og gott samstarv. Alt hetta hevði TalGILDIÐ, men alíkavæl komu ikki meira enn 30 fólk.
Eg gleddi meg sum eitt barn og væntaði fult hús, og hóast tey fáu fólkini dyrkaðu tað, so er tað ikki serliga feitur stemningur.
Gott elektropopp
Fyrst á skránni var Laila av Reyni við sínum nýggju løgum. Hon hevði framleigaran, Kristoff Mørkøre, við sær á pall og á hinari síðuni tríggjar ungar kórsangarar.
Laila leveraði
Ungu genturnar vóru smurdar inn í okkurt, ið líkist neonmáling, og tað hóskaði væl til konsertina, sum eisini var væleydnað. Eg havi ongantíð verið fan av tónleikinum hjá Lailu, men eftir TalGILDIÐ nr. tvey eri eg bergtikin.
Nýtt gamalt
Urbanus a.k.a. Urbz hevur m.a. arbeitt við Swangah og spælt á Summarfestivalinum og Voxbotn.
Tað er eitt nýtt navn fyri meg, men FOKK, hann dugdi sítt shit. Hann fekk beinanvegin stemningin upp til tað, hann burdi verið hetta kvøldið, og hann fekk enntá føroyingarnar upp at dansa.
TheHelgi
Helgi var eisini til seinasta TalGILDIÐ, men hesa ferð var tað uttan hugvekjandi filmarnar aftanfyri. Tónleikurin er tó feitur uttan eisini, hóast hann ikki er tann besti at dansa til. Hann koyrir sítt egna, og tað riggar.
Klassikarin
Toppurin var Sakaris. Tá vóru mest fólk inni, og tað merktist, at fólk vóru komin í ølhýr. Lurtaravinarligur, syngja við-elektro poppur, sum øll elska.
At enda við var tað disking við Fred Ruddick. Tað var ein feit uppliving at síggja ein DJ dyrka tað, hann ger, so nógv. Hann bleiv við at spæla, tá fólk vóru farin, og gjørdi tað torført hjá starvsfólkunum í Perluni at rudda, tí tey vildu heldur dansa.
Første og tredje er lykkens gang
Tað fyrsta TalGILDIÐ hevði góða undirtøku og góðar afturmeldingar, og eitt afturvendandi tiltak var upplagt. Eg vóni, at tað triðja fær líka góða undirtøku sum tað fyrsta, tí hetta er veruliga eitt tað feitasta, eg havi verið til í ár, við ella uttan fult hús.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




