- Lær næsta ættarliðið at forrita

Egin mynd
- Lær næsta ættarliðið at forrita
Føroyingar hugsa ov nógv um fisk og ov lítið um forritan. Tað er niðurstøðan hjá Boga Napoleon Wennerstrøm, forritara
08.05.2016 - 15:45

Vit eiga at gera forritan til eina lærugrein í fólkaskúlunum, heldur 20 ára gamli Bogi Napoleon Wennerstrøm, sjálvlærdur forritari, soleiðis, at vit kunnu koma eitt fet fram um onnur lond.

 

 

- Tað eigur at bera til at gera forritan til ein veruligan ídnað í Føroyum. So kæru politikkarar, mentamálaráðið og onnur, ið kunnu ávirka: lær næsta ættarliðið at forrita!

 

 

Forritan inniber í stuttum tað at gera appir, telduforrit, spøl osfr.

 

 

Bogi vísir til spurning/svar heimasíðuna Stack Overflow, ið inniheldur eina ørgrynnu av hagtølum innan forritan, so sum hvussu nógvir forritarar eru, og hvussu nógvar kvinnur arbeiða við at framleiða appir.
Hann er argur um, at Føroyar als ikki eru á nøkrum hagtølum hjá Stack Overflow.

 

 

- Vit vita øll, hvønn veg heimurin fer. Vit hava tvey stór ráevni í Føroyum: fisk og vitan. Lat okkum nýta tann seinna partin meir, sigur Bogi.

 

 

Bogi vísir á, at tað gerst meira og meira greitt, at forritan og tøkni sum heild kunnu hava stóran fíggjarligan týdning fyri eitt land. Eitt dømi er fyritøkan Samsung, sum í dag er so stór, at hon er 14% av bruttotjóðarúrtøkuni í Suður Korea.

 

 

- Vit hava í dag uml. 7,1 mia. fólk í heiminum. 6,8 mia. hava eitt hald hjá einari telefyritøku. Hví vísa vit blinda eygað til hendan risa marknaðin? 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.