Góðir starvsmøguleikar í Føroyum

Góðir starvsmøguleikar í Føroyum
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, um arbeiðsloysi, val av útbúgving, at fáa starv og um føroyska arbeiðsmarknaðin
24.08.2016 - 20:00

Myndir: Høgni Jákupsson

 

Til almenna tiltakið, sum Unga Tjóðveldið í seinastu viku skipaði fyri um arbeiðsmøguleikar í Føroyum fyri ung, vísti Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum á, at arbeiðsmøguleikarnir fyri ung í Føroyum eru góðir.

 

– Arbeiðsmøguleikarnir í Føroyum eru í løtuni sum heild góðir. Arbeiðsloysið í Føroyum er bert 2%, meðan tað í Danmark er 4% og 5% í Bretlandi.

 

Marita heldur hetta næstan vera ov lágt, tí tá er vandi fyri, at m.a. góðskan av arbeiði fer niður. Eisini leggur hon aftrat, at tey, sum eru arbeiðsleys serliga eru tey ófaklærdu, men at hetta kann vera misvísandi, tí fólk við útbúgving kunnu millum annað arbeiða ófaklært arbeiði ella kunnu hava danskan arbeiðsloysisstuðul og tískil ikki vera skrásett í Føroyum sum arbeiðsleys.

 

 

Ringt at spáa um framtíðina

 – Í einum so lítlum samfelagi og búskapi sum í Føroyum er ringt at spáa um, hvørjum útbúgvingum brúk verður fyri í framtíðini. Umframt at tað sum heild er ringt at spáa um framtíðina, so er føroyski arbeiðsmarknaðurin so tengdur at, hvat hendir í útlondum. Fyri fáum árum síðani varð eitt nú spátt, at brúk fór at verða fyri 100-200 útlendskum handverkarum. Tað vísti seg at vera rætt, at brúk varð fyri 100-200 fólkum aftrat, men tá oljuvinnan í Noregi segði fólk úr starvi, so varð als ikki brúk fyri so nógvum útlendingum í føroysku byggivinnuni, tí byggivinnan setti fleiri av teimum, sum høvdu arbeitt í norsku oljuvinnuni frammanundan, greiðir Marita frá.

 

 

 

Hvørjum er mest brúk fyri?

Tó sigur Marita, at í løtuni og allarhelst nakað framyvir verður á privata arbeiðsmarknaðinum brúk fyri fólki við tekniskum og handaligum útbúgvingum. Her hugsar hon serliga um handverkarar og so eisini verkfrøðingar til olju- og byggivinnuna, men eisini eitt nú matvøruverkfrøðingar til fiskaframleiðslu. Haraftrat er eisini tørvur á fólki við skili fyri marknaðarførslu, sølu- og fíggjarfrøðingum, hóast hesin tørvurin kanska er eitt sindur meiri avmarkaður.

 

Á almenna arbeiðsmarknaðinum er tað serliga umsorgan, ið stórur eftirspurningur verður eftir. Um nøkur ár fer eldrabyrðan veruliga at gera um seg, og tá verður brúk fyri nógvum dugnaligum fólki til eitt nú eldrarøkt. Tó heldur hon, at almenni sektorurin sum heild ikki kann vaksa nógv aftrat, tí so verður skattatrýstið so høgt, at eingin tímir at búgva í Føroyum.

 

Marita vísir eisini á, at tað altíð er brúk fyri ungum íverksetarum, og at hetta ikki neyðturviliga noyðist vera fólk, ið seta egið virki á stovn, men eisini kunnu vera fólk, ið koma við hugskotum og nýhugsan innan bæði tað almenna og privata og seta gongd á ymiskt nýtt.

 

 

 

Fylgið áhuganum og verið framlig

Ofta er frammi, at tað kann vera ringt at fáa arbeiði, hevur tú lisið eitt nú filisofi og listfrøði. Marita heldur tó, at tað er týdningarmikið at fylgja áhuganum – eisini tá tú velur tær útbúgving.

 

– Viljin drívur verkið, men tað skaðar ikki at hugsa um starvsmøguleikar, løn og arbeiðsloysi. Tó kanst tú syrgja fyri, at pláss verður fyri tær á arbeiðsmarknaðinum við at vera ótraditionell/ur og kreativ/ur. Tað er ikki vist, at tú fært dreymastarvið beinanvegin, men brúka teir møguleikar, tú hevur at skapa sambond við fyritøkur og stovnar. Hetta kann millum annað vera við at skriva uppgávur í samstarvi við fyritøkur og stovnar, fara til jobmatch, fáa tær ein mentor gjøgnum www.leinkjan.fo ella fara í starvslæru.  Tit mugu bjóða tykkum fram og vera framlig. Farið eisini og greiðið stovnum og fyritøkum frá, hvørji virði tit kunnu skapa, fáa tit starv hjá teimum, og hví ein fiskasøla hevur brúk fyri einum filosoffi ella listfrøðingi, sigur Marita.

 

 

Mýtur um føroyska arbeiðsmarknaðin

Marita sigur eins og so nógv onnur, at tað er týdningarmikið, at ungir føroyingar, ið fara uttanlands at lesa, koma heim aftur at arbeiða. Hon undirstrikar tó, at fleiri av orsøkunum til, at føroyingar ikki flyta heimaftur, ikki eru sannar, og nevnir tríggjar:

 

  1. Tað er ikki fakliga avbjóðandi at arbeiða í Føroyum.
  2. Tað ber ikki til at gera karrieru í Føroyum.
  3. Føroyska vinnulívið setur ikki útbúgvin fólk.

 

Hon vísir á, at tú í Føroyum fært ávirkan á arbeiðsplássinum frá fyrsta degi, og at tú verður blakað/ur út í nógvar ymiskar uppgávur og sleppur at gera nógv ymiskt.

 

–  Føroyingar vita eitt sindur um nógv, men eru ikki serkunnugir í einari lógargrein ella á einum øki. Tað er eisini lætt at sleppa framat og fáa sambond, tí tað er so stutt frá nýsettum starvsfólki til stjórar, sigur Marita at enda um føroyska arbeiðsmarknaðin.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.