Lesandi falla við vilja
Donsk lesandi eru byrjað at lata blonk pappír inn til próvtøkur fyri at falla við vilja
11.05.2016 - 09:15

Talið av lesandi í Danmark, ið fáa -3 og falla sínar próvtøkur, er tvífaldað tey seinastu sjey árini. Ein av orsøkunum er veksandi talið av næmingum, ið gera tað við vilja. Tey hava funnið ein taktikk, ið tey halda fer at skaffa teimum ein betri karakter í síðsta enda.

 

Hetta halda tey riggar, tí um mann fær fallikarakterin -3, skal mann upp aftur til próvtøku. Tey vilja sostatt heldur falla ta fyrstu royndina og fara upp umaftur, enn at fáa ein miðalkarakter, skrivar Berlingske.

 

Fyribrigdið kalla tey "at blanka", av tí at tey lata blonk pappír inn til skrivligu próvtøkurnar. Tað kemur tó eisini fyri, at lesandi royna hetta til munnligar próvtøkur. Tá meldar næmingurin frá til læraran og sensor, at tey ikki hava nakað at siga og fáa karakterin -3, ið er lægsti karakterur, mann kann fáa.

 

Kristian Miltersen, ið hevur verið lestrarvegleiðari á CBS elitelinjuni, heldur, at orsøkin til trupulleikan er, at so nógvir næmingar eru undir ov nógvum trýsti til at fáa toppkarakter. Fleiri av næmingunum, ið hann var vegleiðari hjá, vóru bert nøgdir, um teir fingu toppkarakter, og elvir hetta til "blanking".

 

 

Hvat halda tit um hetta fyribrigdið?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.