Ummæli: Fyrstu ferð eg ikki eri sovnað til Shakespeare

Ummæli: Fyrstu ferð eg ikki eri sovnað til Shakespeare
Bara Shakespeare verður nevndur, eru tað nógv sum suffa og puffa. Í Perluni kanst tó flenna og skála saman við honum, hvørja ferð hann kemur upp á tungu
28.07.2016 - 20:45

 

Fáar, men ringar royndir við Shakespeare

Shakespeare royndist mær illa í skúlanum. Einastu ferð eg nakrantíð eri sovnað í skúlanum, var tá vit lósu fyrstu akt av MacBeth í enskum. Í skúlahøpi sovnaði eg eina ferð aftrat. Tað var á námsferð í Skotlandi, tá vit hugdu at eini MacBeth operasýning í Edinburgh.

 

Royndirnar hava verið fáar, men ringar. Millum háfloygda og tó so vakra málið hjá Shakespeare minnast fólkini, ið vóru rundan um meg, ivaleyst eisini nøkur snork-ljóð.

 

Í Perluni var tó øðrvísi. Við eini øldós í hondini, minnast fólkini vónandi føgur orð, látur og skál afturvið.

 

4 minuttir og 5 sekund per verk

Ellivu verk eftir Shakespeare eru umsett til føroyskt. Og tað er ikki onki. Í Perluni verða tey presenterað sum "Shakespeare - tey føroysku verkini". Tær tríggjar kvinnurnar ella Shakespeare systrarnar, sum tær kalla seg, Sóley Danielsen, Gunnvá Zachariasen og Kristina Sørensen Ougaard saman við Hans Tórgarð leikstjóra gera eina roynd at sýna øll hesi verkini upp á 45 minuttir. Tað svarar til 4 min og 5 sek fyri hvørt verkið. Tankin er fínur, men satt at siga fær mann ikki so nógv burtur úr Shakespeare. Í øllum førum ikki, tá tú hevur millum lítlan og ongan kennskap til Shakespeare.

 

 

Stundum er tað ringt at fylgja við og fanga essensin í sjálvum verkinum. Málið er háfloygt, men tó so vakurt. Eg fangaði sjáldan meiningina í verkinum. Eg náddi bara at fanga nøkur vøkur orð og síðani at skála – sambært skránni er tað jú 50% drekkispæl.

 

Sjálvironi hálar Shakespeare niður á okkara støði

Systrarnar eru ógvuliga sjálvironiskar, og tað riggar ordiliga væl. Shakespeare tikist onkursvegna ikki so fjarur. Tær fáa allar virðislønir, sum ongin hevði hevði roknað við. Hetta riggar knasandi væl, og tær kunnu allar geva sær sjálvum eitt herðaklapp.

 

 

Verkini verða sýnd upp á ymsar mátar. Hetta vísir samstundis, hvussu ymiskt ein kann tulka Shakespeare og spæla sjónleik upp á ymiskar mátar. Sumt er flott og hábærsligt, meðan annað verður framført við ógvusligum og barnsligum keipum. Ja, tað var ógvuliga skemtiligt at síggja Romeo og Juliu uttan orð, men við barnsligum keipum. Ímynda tær rørslurnar hjá Fedtmula í Anders And, so ert tú ikki heilt av leið.

 

 

Skál!

Tú fært ivaleyst meira burtur úr Shakespeare við at lesa verk hansara, um tú ikki kennir nakað til hansara frammanundan. Men tað ger heldur einki. Hesin leikurin kveikir kanska hugan at sneyta í verkum hansara, tí tú fært einans heilt smáar brellbitar, ja stundum í so smáar brellbitar.

 

Men drekkispælið er kortini stuttligt. Tær tríggjar systrarnar hava fínan humor og nýta nógva sjálvironi. Millum verkini vísa tær á ymiskt, sum sjónleikarar takast við sjónleikahøpi. Vit fáa smáar dramatímar, og áskoðararnir verða tiknir við í spælið.

 

Hevur tú fingið tær ein lesk av lummafløskuni, so er tað uppagt at fara ein túr oman í Perluna á ólavsøku at flenna og skála saman við Shakespeare.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.