- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ummæli: Harry Potter and The Cursed Child
Spenningin var stórur, tá bókhandlar um allan heimin lótu dyrnar upp fyri fleiri túsund Harry Potter-fjepparum, á miðnátt leygarkvøldið. Hetta var eisini ein stór løta hjá fleiri fólkum í Føroyum, har nógv stóðu í bíðirøð til at vera ein av teimum fyrstu at fáa fatur í nýggju bókini um gandakallin, sum nógv elska at lesa um.
Tey flestu vaksnu og ungu kenna gandaheimin, sum Harry Potter er ein partur av. Vit kenna søguna um drongin, sum býr hjá mostur síni, Petuniu og manni hennara, Vernon gubba, har hann hvørki er ynsktur ella dámdur. Og vit kenna hann seinni sum drongin, sum slapp undan við lívinum, og sum fer at ganga á Hogwarts, ið er skúli fyri gandakynstur og galdralist. Í sjey bókum hava vit fylgt Harry og vinum hansara, Ron Weasley og Hermione Granger, frá tey vóru 11 ár, til tey vóru 17 ár. Somuleiðis fáa vit eitt lítið innlit í, tá Harry og vinirnir sjálv fáa børn, sum skulu ganga á Hogwarts, nítjan ár seinni.
Ein sjónleikur í London
Harry Potter and the Cursed Child, ella Harry Potter og bannsetta barnið, er áttanda bókin í røðini og byrjar har, sum bøkurnar endaðu.
Søgan snýr seg um yngsta sonin hjá Harry og Ginny, Albus Severus, og sonin hjá Draco Malfoy, Scorpius Malfoy. Søgan snýr seg tó líka nógv um Harry og hansara samband við sonin, tað at vera foreldur, sum ikki altíð er líka lætt, og hvussu Harry roynir at loysa tað at vera ein fyrimynd, tá hann ikki sjálvur hevur havt foreldur, sum hann kann spegla sær í.
Bókin er ikki skrivað í sama stíli sum hinar sjey bøkurnar, men sum eitt leikrit. Hetta er tí, søgan upprunaliga er ein sjónleikur, ið verður vístur í Palace Theatre í London. Leikurin er skrivaður av John Tiffany og Jack Thorne í samráð við J.K. Rowling. Leikurin er býttur upp í tveir partar, sum til samans eru 330 síður.
Fan-pleasing og óoriginalur
Sum Harry Potter-fjeppari kann ein føla tað sum, at ein má lesa nýggju bókina, og eg stóð tí eisini sjálv í bíðirøðini í Rit og Rák leygarnáttina.
Men bókin er skuffandi. Hon tykist í støðum at vera ein roynd at gera fjepparar glaðar við at endurtaka klassiskar hendingar í upprunaligu bókunum, og til tíðir er tað mest sum at lesa fan-fiction. Hon er ikki skrivað í andanum hjá J. K. Rowling, og tað gevur eisini meining, tá hon júst er eitt leikrit til ein sjónleik. Sum sjónleikur riggar hetta helst, men tað situr ikki heilt rætt, tá ein eisini velur at útgeva hann sum bók. Bókin er gott nokk 330 síður, men hon er skjót og løtt at lesa. Satt at siga ov skjót, tí ein hevur ov stutta tíð at liva seg inn í heimin og fara at føla nóg nógv fyri persónunum. Ein følir tíverri væl, at hon ikki er skrivað av J. K. Rowling sjálvari, og í fyrsta part er søgan av og á beinleiðis óoriginal. Bókin verður tó betri í øðrum parti, tá handlingin er greiðari, men fleiri hendingar tykjast tilvildarligar, óneyðugar og lítið sannførandi, umframt at tað er lætt at gita, hvat fer at henda.
Tað er tó stuttligt at fáa meira vitan um børnini hjá Harry Potter og vinunum, somuleiðis at lesa hvar Harry, Ron og Hermione eru í dag. Harumframt eru brot, har søgan veruliga fær luft undir veingirnar, og ein bæði flennir og fær ein farra av gomlu kenslunum. Tað er ikki so galið at fáa møguleikan at lesa søguna, um ein ikki hevur møguleikan at keypa sær atgongumerki til leikin og fara til London.
Samanumtikið er tað eitt sindur stuttligt at vera vaksin saman við Harry Potter, Ron Weasley og Hermione, men tað gevur tíverri ikki somu kenslu sum gomlu bøkurnar, tá støðið á bókini ikki er líka høgt. Men sum Harry Potter-fjeppari noyðist ein nærum at fáa ein enda til søguna um ”Drongin, sum slapp undan við lívinum”.
Bókini fær 3 av 6 møguligum snarljósum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |