Er alt klárt til lestrarbyrjan?

Er alt klárt til lestrarbyrjan?
Skalt tú uttanlands at lesa í summar? Á pisudøgunum í kvøld fært tú nøkur góð ráð um viðkomandi viðurskifti, áðrenn tú fert avstað
03.08.2016 - 16:45

Er alt klárt til lestrarbyrjan? Ella ivast tú enn í, hvar tú skalt búgva, ella hvussu tú skalt søkja um lestrarstuðul?

 

Les eisini: Flyta til Danmarkar: Her eru sjey góð ráð

 

Á Pisudøgum 2016 fært tú nógv góð ráð frá MFS, Altjóða Skrivstovuni, Eik og Ráðgevingini hjá føroyingum í Danmark, áðrenn tú fert undir hægri lesnað. Pisudagar eru í kvøld kl. 19 í Eik í miðbýnum í Havn. 

 

Skráin:

  • Holger Arnbjerg fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað. Harafturat hevur hann nógv góð ráð, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.
  • Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.
  • Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum, og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS.
  • Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti.

 

Eftir framløgurnar er møguleiki at seta spurningar. Tað ber eisini til at práta við onnur, sum longu eru uttanlands í lestrarørindum. Les eisini meira um tiltakið her

 

Okkurt gott verður til góman, og Danny & the Veetos fara at spæla nøkur løg. 

 

Röddin viðmælir øllum, ið fara undir víðari lesnað, at fara til tiltakið. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.