Heidi vegleiðir: 1. ella 3. persónur

Heidi vegleiðir: 1. ella 3. persónur
So ert tú endiliga komin til tað pettið, at tú byrjar at skriva tína endaligu søgu. Men skal hon vera í 1. ella 3. persóni?
08.09.2016 - 13:15

Hvør er munurin?

Sum tey flestu vita, so er munur á, tá ein søga er skrivað í 1. persóni, og tá ein søga er skrivað í 3. persóni. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at tú veitst, hvussu tú vilt fortelja tína søgu, og tað er ógvuliga neyðugt, at tú fortelur hana á rættan hátt. 

Her eru tvey dømir uppá 1. og 3. persón:

 

1. persónur

"Eg gekk mær ein túr oman eftir sandinum og sá ein vakran fugl sita niðri við sjóvarmálan og láta so fagurt. Fuglurin sá so fríur út, og eg hevði ynskt, at eg kundi vera fríur eins og hin vakri fuglurin niðri við sjóvarmálan"

 

3. persónur

"Hann gekk sær ein túr oman eftir sandinum og sá ein vakran fugl sita niðri við sjóvarmálan og láta so fagurt. Fuglurin sá so fríur út, og hann hevði ynskt, at hann eisini kundi vera fríur eins og hin vakri fuglurin niðri við sjóvarmálan"

 

 

Sum tú sært, so er tað neyðugt at vita, hvussu søgan skal verða fortald.

 

 

1. persónur

1. persónur er ein søga, ið gongur fyri seg í "eg”- persóni. Tað vil siga, at lesarin er "eg'ið" í søguni hjá tær. Tað kann vera ógvuliga torført at skriva eina søgu, ið bert hevur ein "eg"-persón, og hetta kemur serliga av, at søgan, tú skrivar, kann vera skeivt tulkað. Um tú til dømis skrivar um eitt evni, ið er "tabu-kent", so hava fólk hug at siga, at tað er tú, ið hevur roynt hesi "tabu-tingini" í søguni, hóast tað ikki passar.

Tað er tí ógvuliga týdningarmikið, at tú veitst, hvat tín søga skal siga lesaranum, tá tú velur tín vinkul av persóni.

 

 

3. persónur

3. persónur er so ein søga, ið gongur fyri seg í "Hann", "Hon", ella "Tað". Sum oftast nýtir mann "Hann" og "Hon", tá mann skrivar søgur í 3. persóni. Tá tú skrivar í 3. persóni, er tað lættari at krógva seg aftan fyri eina søgu, um søgan er nakað, ið er hent í veruleikanum.

 

 

Eitt gott ráð er at skriva eitt brot úr báðum 'vinklunum' og síðani velja tann 'vinkulin', ið hóskar best til tína søgu.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.