Ferðsluvanlukkur í Hoydølum

Ferðsluvanlukkur í Hoydølum
Seinastu vikurnar hava tvey ferðsluóhapp verið við bussskýlini í Hoydølum. Vit hava spurt næmingar í Hoydølum, hví tey halda hetta hendir, og hví tey ikki ganga við endurskini
12.12.2016 - 18:15

Skrivað hevur: Sólveig Á Torvlaðnum

 

Vit vilja øll bara heim, til arbeiðis ella í skúla. Øll skunda sær uppi við busskýlini í Hoydølum. Nøkur renna yvir um vegin til bussin, og nøkur koyra for skjótt. So nyttar tað ikki serliga nógv, at tað longu er ringt at síggja, hvør fer yvir um fótgangarafeltið tá tú koyrir, og at næstan eingin brúkar endurskin.

 

Hví heldur tú, at so nógvar ferðsluvanlukkur henda við bussskýlini í Hoydølum?



Rebekka Fjallsá Benbakoura gongur í 16b í Studentaskúlanum 

- Fólk fylgja ikki ferðslureglunum við bussskýlini og koyra alt for skjótt har uppi. Eingin gongur heldur við endurskini. Tað havi eg eisini trupulleikar við, og eg gangi altíð í svørtum klæðum.

 

 
Helena Joensen gongur í 15x í Studentaskúlanum

- Har mangla vegbungur, fólk koyra alt for skjótt. Man sær einki við svingið áðrenn gonguteigin. Har mangla eisini lyktarpelar.

 


Óli Køtlum gongur í 15y í Studentaskúlanum 
- Bilar koyra for skjótt uppi við bussskýlini. Nógv koma av bygd, og tí hava tey enn nógva ferð, tá tey eru komin til Havnar. Tey taka ikki til eftirtektar, at har er ein skúli, og at nógvir næmingar skulu yvir um vegin har. 

 


Anna Sørensen gongur í 15b í Studentaskúlanum

- Ferðslulógin, sum er 40 km/t, verður ikki fylgd. Nógvir næmingar halda eisini, at tað er kiksað at ganga við endurskini. Tey, sum ikki hava fart heim, renna eisini ofta yvir um vegin, tí tey skulu náa bussin og ikki tíma at sita eftir. 

 

 

Ein spurningur varð lagdur út á bólkin hjá 2.s og 3.s á Facebook


Svarini hjá 3.s í Hoydølum 

 

 


Nøkur í 2.s vóru ónøgd við svarmøguleikarnar, so tey løgdu síni egnu afturat.

 

Tey flestu í báðum árgangunum kunnu nokk semjast um, at tað er ringt at minnast til at brúka endurskin. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.