Hugleiðing: Hvør skal doyggja?
Aftur í ár hava ferðsluóhapp verið kring Hoydalar og Hvítanesvegin í vetrarmyrkrinum
15.12.2016 - 09:15

Ja, eg sigi aftur í ár og ferðsluóhapp í fleirtali, tí seinastu tvær vikurnar hava tvey ferðsluóhapp verið á Hvítanesvegnum, men hetta er ikki fyrstu ferð, og her fari eg at greiða frá teimum mongu vandunum á mínum fimm minuttir stutta teini til skúlan í Hoydølum.

 

Hylurin
Eg eri uppvaksin beint oman fyri Hoydalar á eini lítlari síðugøtu til Hvítanesvegin, sum er parallell við Mannbrekku. Tá eg sjálv gekk í Hoydølum – og alt eg minnist, síðani eg sum fýra ára gomul flutti higar við familjuni – hevur ein stórur hylur verið langt út á Hvítanesvegin á horninum, tá eg snaraði av míni lítlu síðugøtu og út á Hvítanesvegin.

 

Stóri hylurin, ið var frá horninum á grótgarðinum hjá grannanum og heilt út á vegin, merkti, at eg antin fór í skúla vát um føturnar ella mátti ganga rundan um hylin og heilt út á vegin, sum er ein av mest trafikeraðu vegunum í Føroyum.

 

Har gekk eg so millum bilarnar, sum tíbetur ofta stóðu í kø, tá eg kom, so vandin var kanska ikki so stórur allíkavæl, tá eg gekk mitt ímillum teirra. Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt (vónandi merkist sarkasman eisini við endan á bilrøðini hinumegin ringvegin onkustaðni!)

 

Ja, so eru nokk eisini mong, ið spyrja, hví nakar skal hugsa um stóra hylin á horninum við lítlu síðugøtuna, har eg var einasta skúlabarn. Á lítlu gøtuni eru tó eisini tvey sambýli fyri menningartarnað, og fleiri av búfólkunum gingu eins og eg hvønn dag fram við stóra hylinum til busssteðgistaðið beint við Mannbrekku.

 

Eg veit ikki, hvør av okkum skuldi doyð, áðrenn nakað hevði verið gjørt við stóra hylin, ið tó læt lív, tá eg av tilvild ein dag í 3.s á veg heim úr skúla spurdi menninar, ið asfalteraðu hinumegin bussteðgistaðið, um teir ikki eisini kundu taka tveir-tríggjar metrar aftrat og bjarga okkum undan hylinum. Eg havi so ikki sæð hann so stóran síðani – og tá høvdu vit longu fleiri ár framman undan havt fólk frá býráðnum í grannalagnum í ringastu meldurtíð um morgunin fyri at vísa teimum vandarnar, uttan at nakað varð gjørt. At hylurin svann var bert tilvild.

 

Brekkan

Tá eg so var komin fram við hylinum, so var brekkan næsti vandin. Av tí, at gonguteigurin yvir um Hvítanesvegin er aftaná bæði hylin og brekkuna, mátti eg eisini yvir um Mannbrekku, ið er ógvuliga brøtt. Tað var einki stuttligt at ganga yvir um í hálku, tí eg visti, at hóast fá tordu at koyra í henni tá, so var bara ein óheppin bilur, sum av óvart gleið, meir enn nokk til, at eg ongantíð fekk prógv úr Hoydølum, men heldur ein vakran stein við eini hvítari dúgvu millum so nógvar aðrar onkustaðni úti við vesturbýin og Argir.

 

Eg krossaði tó fingrar, gekk í litføgrum klæðum og royndi at minnast til at ganga við endurskini, so eg skuldi síggjast væl.

 

Gonguteigurin og ferðin

Teir dagarnar tá eg var ov sein at náa bilrøðina og tryggleikan, sum næstan stillu bilarnir høvdu við sær, var gonguteigurin aftaná hylin og brekkuna eisini ein stórur vandi – serliga í vetrarmyrkri, tá nógv ikki orkaðu nóg tíðliga upp og tískil høvdu skund, tá klokkan nærkaðist arbeiðis- og skúlatíð.

 

Eg má viðganga, at eg ongantíð havi skilt, hví tað ikki eru vegbungur og annað, ið veruliga forðar bilum at koyra skjótt á Hvítanesvegnum. Gamaní eru nakrar oyggjar beint við busssteðgistøðini, har ein rúgva av næmingum úr Hoydølum hvønn dag fara í og úr bussinum, men tað er týðiliga ikki nokk. Nógvir sjafførar tykjast eisini halda, at “nú eri eg so nær skeltinum til óbygt øki, at eg bara kann seta ferðina upp longu nú” – og eg trúgvi, at nógv, ið síggja skeltir til óbygt øki úr vindeygum kring landið, kunnu vátta hetta.

 

Lítil broyting

Eg má viðganga, at eg í dag ikki eri líka ófør at ganga við endurskini, sum tá eg hvønn dag gekk fram við hylinum, brekkuni og gonguteiginum. Í dag eru jakkarnir hjá mær heldur ikki so litfagrir, sum teir vóru tá, men lítið annað er broytt. Vandin fyri, at onkur endar við einum vøkrum steini millum vesturbýin og Argir heldur enn einum studentsprógvi er enn líka stórur, og tað eru ferðsluóhappini á Hvítanesvegnum bæði í ár, í fjør, tá núverandi hoyvíksprestur fyri fleiri árum síðani varð ákoyrdur, og onkrir av busssamanstoytunum á Hvítanesvegnum, ið eg sum barn sá úr vindeyganum, staðfestingar av.

 

LES EISINI: Ferðsluvanlukkur í Hoydølum

 

Endurskin og gravsteinar
Tað er so heilt vist, at bæði ung og eldri áttu at verið óførari at brúkt endurskin, men sum stórur partur av næmingunum í Hoydølum herfyri søgdu, so er tað lætt at gloyma ella missa burtur. Sjálv gangi eg sum oftast í antin svørtum leðurjakka ella svørtum regnjakka. Eg gloymi konsekvent at koyra endurskin um beinið, men um tað eitt nú var seymað inn í beltið á regnjakkanum, ella hvørki skalaði jakkarnar ella datt av, tá eg lat meg úr jakkunum, so hevði verið nakað lættari altíð at havt endurskin. Kanska føroyskir sniðgevar kunnu hugsa um hetta, tá tey sniðgeva jakkar, húgvur o.s.fr.

 

Men tó má eg eisini spyrja, um onkur aftrat skal doyggja, áðrenn ferðslutrygdin á Hvítanesvegnum verður endurskoðað. Gamaní vera ikki so nógvir næmingar, tá Glasir letur upp í Marknagili, men tað broytir ikki vandastøðuna fyri meg, tey menningartarnaðu, ið eisini búgva á mínari lítlu síðugøtu, skúlanæmingar og ferðafólk, ið fara niðan á fornminnissavnið ella onnur, ið ferðast eftir hesum knútapunkti inn og út úr Havnini. Kanska fær nýggja býráðið tó gjørt nakað við hetta, tí tá eg sjálv gekk í Hoydølum kundu tvær av trimum vandastøðum verið slopnar undan, um bert ein gonguteigur var aftrat.

 

Hvítanesvegurin er tó ikki einasta vandamikla staðið, tá tað kemur til ferðslutrygd í Føroyum, og vónandi fara vit øll at hugsa okkum betur um, áðrenn vit fara út uttan endurskin, seta ferðina upp í eitt nú bygdum øki, ella tá ferðsla verður hugsað ella endurhugsað. Sjálv havi eg litað onkrar av reklamunum á endurskinum við svartari spritttíssj og klistrað tað á regnfrakkan við gaffateypi. Vónandi fer tað at halda. 

 

 
 

 

 

Tónleikur er ein roynd at skapa kosmos í kaos Dagligdagurin kann vera kaotiskur. Onkuntíð kann tað vera ringt at finna meiningina við tilveruni. Tá vendir Lea seg til tónleikin
Kom við Røddini á P40 "List virkar sum ein distraktión, ið gevur eygunum okkurt at tyggja á"
Tí er ítróttur týdningarmikil fyri teg 7 fyrimunir fyri tína sálarligu heilsu, ið koma av at vera kropsliga aktivur
Hvussu ávirka sosialir miðlar okkara sálarligu heilsu? Les um, hví sosialir miðlar eru vandamiklir fyri okkara sálarligu heilsu
Ein ósjónlig sjúka: Tunglyndi Vit hoyra ofta orðið ‘Tunglyndi’, ella á enskum, ‘depression’, men hvat merkir tað?