Jodel: Føroyskir útisetar seta gongd á appina

Jodel: Føroyskir útisetar seta gongd á appina
- Jodel í Føroyum er sum eitt hemmiligt intranet fyri útisetar, skrivar ein av útisetunum, ið helst er komin til Føroya á jólum
21.12.2016 - 16:45

Lutfalsliga nýggja appin "Jodel" hevur sín uppruna í Týsklandi og varð gjørd við tí endamáli at vera ein pallur fyri lesandi á skúlaøkjum til dulnevnt at deila skemt, søgur og slatur uttan at skula leggja navn til. Í Danmark og øðrum londum við hevur Jodel av álvara sligið seg fast sum ein app, tú bara mást hava. 

 

Í Føroyum er støðan ikki heilt tann sama. Jodel er enn ikki nakað, vit í Føroyum hava tikið til okkum í eins stóran mun sum eitt nú ask.fm. Tó er lív av álvara komið í appina í seinastuni, helst tí at útisetarnir eru komnir heim til jóla.
 


Tað eru óivað nógv í Føroyum, ið enn ikki vita um appina. Hon er einføld, og tú skalt ikki upprætta tær ein brúkara. Tú tekur bara appina niður, og so ert tú í gongd. Hugsanin aftan fyri Jodel er tann, at títt "feed" av uppsløgum er heintað frá persónum í umráðnum tætt við teg. Tí skal Jodel kenna tína plasering, áðrenn tú kanst byrja. 
 

 

Tá tú deilir eitt uppslag, eru tað tí bara persónar við appini í umráðnum nærindis teg, sum síggja tað. Tað verður víst við tekstinum "tæt på" ella "meget tæt på", og meira fært tú ikki at vita um avsendaran. Umframt at viðmerkja uppsløgini, ber til at stemma upp og niður við sokallaðum karma-points. Tú byrjar við 100 karma-points, og hvørjaferð títt uppslag fær eina positiva stemmu, fært tú 1 karma-point. 

 


Her er eitt dømi um, hvussu Jodel virkar. Tølini á høgru síðu vísa, hvussu nógvar stemmur upplsagið hevur fingið. Uppsløgini á myndini omanfyri eru undir "Højeste", altso eru hetta tey uppsløgini í givna umráðnum, sum hava fingið flest stemmur. 
 

 

Áðrenn útisetarnir komu heim aftur, var Jodel rættiliga deytt. Tað gingu ofta dagar, ja enntá vikur millum uppsløgini, og nógv av uppsløgunum snúðu seg ofta um, hvussu vánaligt Jodel er í Føroyum. 

 

 


 

Væntast kann, at Jodel fer at hertaka Føroyar í næstum. Bara í dag kunnu teljast sjey uppsløg, sum er nógv í mun til, hvat tað plagdi at vera í Tórshavn. 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.