At snýsa og fýsa er einki sjarmerandi

At snýsa og fýsa er einki sjarmerandi
Tað er jól, og tað merkir, at fólk ganga runt og hosta, njósa, og snora. Gert tú eisini tað? Hygg at okkara góðu ráðum her!
23.12.2016 - 19:45

Tá jólini eru, er nógvur kærleiki í luftini, men her í Føroyum er tað sum oftast nógv hostan, snýs og fýs ístaðin. Her eru nøkur ráð til, hvussu man kann betra um sín egna lívskvalitet, meðan á stendur.

 

1. Næsaspray er ikki altíð so gott

Tað er gott at brúka næsaspray, men minst til, at tað ikki skal brúkast ov leingi, tí tað kann gera støðuna hjá tær nógv verri.

 

2. Drekk peppermint og citrón te

Tað er neyðugt, at tú drekkur nógv, sjálvt um tú ikki fær nakað serliga nógv av luft. Peppermint er gott fyri hálsin, tá tú hostar, og citrón inniheldur nógvar C-vitaminir.

 

3. Ikki brúka køkspappír

Køkspappír er nógv hvassari enn vesipappír, tí skalt tú brúka vesipappír at snýsa tær við, tá tú snorar.

 

4. Dampur

Tað riggar væl at dampa nøsina og hálsin, tá man er forkølaður. Tak tær eitt heitt brúsubað og stand leingi undir tí, so dampurin orduliga sleppur niður í lunguni. Tú kanst eisini kóka ketilin og koyra heita vatnið í ein bolla, og síðani seta teg uppiyvir tí við einum handklæði á høvdinum. (Ikki ger tað ov leingi allíkavæl!)

 

5. Ikki far út!

Tað er leygarkvøld, og fólk fara í býin, men tað fer tú ikki! Tú verður verandi heima og hyggur at netflix, so tú kanst vera frísk/ur til at ballast næsta vikuskiftið.

 

6. Um tað blívur við..

So verður tú noydd/ur at fara til læknan. Man kann ongantíð fara ov ofta til læknan, tá tað snýr seg um forkølilsi.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.