RøddinLive: Bolivia, Landastrokið og sex

RøddinLive: Bolivia, Landastrokið og sex
Í kvøld fer RøddinLive at snúgva seg um ymisk spennandi og aktuel evni. Tosað verður um Boliviadagin, leikin "Landastrokið" og eisini verður Vika Sex eitt stórt evni, har dulnevndur persónur fer at greiða frá sínum royndum  
10.02.2017 - 14:30

Skrivað hevur: Rókur Herup Olsen

 

Hesa vikuna hava nógv evni verið frammi, millum annað var Boliviadagurin í Hoydølum týsdagin, og í hesum sambandi fara vertirnir at tosa við Kristinu Jansdóttir Thomsen, ið er nevndarlimur í Bolivianevndini. Hon fer at greiða frá og kunna okkum um Boliviadagin sum heild.

 

Eisini fara vit at hoyra eina samtalu við Rólant Reginsson Biskupstø í sambandi við, at Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir sjónleikin Landastrokið.

 

Høvuðsevnið í sendingini verður tó Vika Sex tiltakið, sum Amnesty International, Føroyadeildin, Løgreglan og Apotekið skipaðu fyri í Steinatúni í Havn. Vika Sex er eitt átak, ið leggur dent á, at ung eins og gomul skulu kenna síni rættindi. Í sendingini greiðir dulnevndur persónur frá, hvørjar avleiðingar tað hevði fyri hana, at hon ikki kendi síni rættindi.

Tosað verður um, hví tað er týdningamikið at tosa um júst hetta evnið. Eisini hevur vertinnan, Hjørdis, verið og tosað við ymisk fólk, meðan hon var til tiltakið.

 

Hoyrið um hetta og nógv annað í RøddinLive kl. 20 í kvøld!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.