Nú byrjar «Skam» aftur

Og hendan hevur fingið høvuðsleiklutin / screendump: skam.p3.no
Nú byrjar «Skam» aftur
SKAM byrjar aftur, men hetta verður seinasta sesongin, boðar NRK frá
07.04.2017 - 11:15

So komu tíðindini, sum «Skam» fjepparar hava bíðað eftir í fleiri mánaðir: Nú byrjar fjórða sesongin í sendirøðini.

 

Sendingin, sum er vorðin eitt kulthitt kring allan heimin, verður send aftur mánadagin, men vegna geo-bann verður tað ikki fyrrenn fríggjadagin, at fjepparar uttan fyri Noreg fáa atgongd til sendirøðina. 

 

Fjórða sesong verður send í Kringvarpinum komandi fríggjadag - altso um júst eina viku. 

 

NRK heldur, at «verden trenger Sana»

 

Fyri stuttari løtu síðan legði NRK eitt brot út á heimasíðuna, sum vísir, at tað er Sana, ið verður høvuðsleikari í komandi sesongini. Sana er muslimsk og verður spæld av Iman Meskini. 

 

- Tað er upp á tíðina, at vit bera muslimskar gentur fram sum sterkar karakterir. Ofta verða tær bornar fram sum offur, tí tær bera hijab (turriklæð, red.), sigur Haakun Moslet, programleiðari á NRK. 

 

Síggj brotið her

 

Men NRK boðar samstundis frá, at hetta verður seinasta sesongin av SKAM, sum verður gjørd. Julie Andem, sum hevur skrivað og leikstjórnað sendirøðina, hevur nevniliga boðað frá, at hon kemur ikki at skriva fleiri sesongir. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.