Seriur og filmar tá tú ikki orkar at repitera meira

Ein týdningarmikil partur av lesa til roynd er: Restituering. So slappa av við góðari samvitsku!
Seriur og filmar tá tú ikki orkar at repitera meira
Brúk fyri einari pausu frá repiteringini? Her eru nakrar seriur og filmar, tú kanst hyggja at í staðin fyri bara at skrolla á facebook
26.05.2017 - 13:11

Endiliga kom lesiferian!

Lesiferian skal sjálvandi brúkast til at repitera í, men tað er eisini umráðandi at taka pausur frá lesnaðinum.

Tað er ymiskt, hvat tú kanst gera í pausunum. Summum dáma væl at fara út ein túr at fáa sær fríska luft, ímeðan onnur heldur vilja finna sær eina góða seriu ella ein góðan film at hyggja at.

Ert tú tann, ið dámar at hyggja at serium og filmum, so ert tú heppin, tí Røddin hevur savnað tær bestu seriurnar og filmarnar, júst til tín!

 

Skins-2.jpg

Eg vil gloyma skúlan í eina lítla løtu, og vil hyggja at einari ungdómsseriu...

Dámar tær Skam? So kann tað vera, at bretska serian Skins er nakað fyri teg.

Skins fylgir lívinum hjá seks tannáringum í Bretlandi. Serian viðgerð øll møgulig evni, alt frá sex og stoffum til vinarlag og sálarsjúkur.

Skins er frá 2007, so tað er nokkso stuttligt at síggja, hvussu stórur munur tað er á eitt nú mótanum og telefonunum tá, í mun til nú.

Skins er kanska eitt sindur "harðari" enn Skam, men um tær dámar ráskapin í Skam, so er stórur møguleiki fyri, at tú fert at dáma Skins.

 

Eg vil hyggja at onkrum spennandi, ið fær meg at hugsa...

Black Mirror!

Black Mirror er ein science fiction seria, ið brúkar satiru og myrkan humor fyri at vísa, hvussu okkara modernaða samfelag møguliga fer at síggja út í nærmastu framtíð.

Black Mirror vísir, hvat hendir, um menniskju lata tøkni og sosialir miðlar taka yvir teirra lív.

Serian brúkar tøkni, sum vit kenna úr okkara gerandisdegi, og vísir hvussu tøknin møguliga kann fáa alt ov nógv vald yvir okkum, um vit ikki ansa nóg væl eftir. Serian vísir tað so realistisk, at man endar við at sita eftir við einari óróligari kenslu, tí man byrjar at hugsa, um tað veruliga kann passa, at tøknin kann fara so langt.

Hvør partur er sjálvstøðugur, og tað er ein nýggj søgugongd og nýggir leikarir í øllum pørtunum.

 

 

CASTING_JONBENET-1200x520.jpg

Eg vil hava eina pausu, men eg vil eisini læra okkurt!...

Eitt orð: dokumentarar!

Líka mikið hvør tú ert, so er altíð ein dokumentarur til tín.

Um tú ert ein av teimum, ið dámar krimi, so haldi eg avgjørt, at tú skal hyggja at Casting JonBenet.
Casting JonBenet snýr seg um tað óloysta og duldarfulla morðið á seks ára gomlu vakurleikakappingsdronningina, JonBenet Ramsey.

Morðið, ið hendi í 1996, varð sera nógv umrøtt í Amerika. Og enn tann dagin í dag er kjak um, hvør tað var, ið drap JonBenet.

Hetta er ikki ein typiskur dokumentarur. Hann er nakað heilt serligt, og hann er avgjørt verdur at hyggja at!

 

Skrivað hevur: Hanna Davidsen

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.