Vakurleikin skal raðfestast
Ein sermerkt listaframsýning letur upp í Miðvági mikudagin 4. oktober á Café Manna. Listamaðurin er hin bert 20 ára gamli Magnus Lydersen
03.10.2017 - 10:15

Katrin Joensen-Næs hevur skrivað greinina

 

Magnus hevur teknað sum børn flest, men um 12 ára aldur, tá nógv leggja blýantin frá sær, brast tað av álvara á hjá Magnusi.   

 

- Eg minnist týðliga ein dag, tá ið eg sá permuna av eini bók um Magnus Heinason, ið eitur: ”ein sjógarpur”. Á permuni er eitt skip. Tað fangaði meg. Eg vildi duga at tekna soleiðis. So eg teknaði tað hvønn dag, til eg bleiv góður til tað.


 

Byrjar við einum einfaldum motivi

Tekningarnar hjá Magnus byrja altíð við einum motivi. Ofta setir Magnus seg niður við onkrum í huga, sum hann vil tekna. T.d. á myndini niðanfyri vildi hann tekna eina keylu.


                     

 

Hann teknar kladduna av motivinum við blýanti. Tá ið tað er komið niður á pappírið, byrjar tann kreativa gongdin. Magnus loyvir myndini at fara akkurát tann vegin, hon vil. Letur hondina tekna detalju eftir detalju til alt A2-pappírið er fylt út. Roynir ikki at hugsa ov nógv, meðan hann teknar. Hann vil bara missa seg burtur í eitt flow.

 

Magnus litar inn við spritttussj og sigur, at myndirnar hjá honum eru ikki lidnar, fyrr enn at alt tómt hvítt pláss er fylt út.

 

Hann teknar á A2 format, sum er umleið dupult so stórt sum eitt vanligt prentipappír, men nógvar av hansara detaljum eru ikki meira enn 2 mm stórar. Man kann sostatt hyggja at eini mynd hjá Magnusi í ein tíma og enn ikki gerast liðugur at finna nýggjar detaljur.

 

 

Vil hava frið, tá ið hann teknar

Magnus sigur, at tá ið hann fer í holt við eina tekning, vil hann hava frið. Hann vil vera einsamallur heima. Kókar ketilin og ger sær te. Koyrir oyramikrofonir í oyruni og leggur allar sínar teknigreiðir út á borðið.

 

Magnus letur tónleikin, sum hann hevur í oyramikrofonunum, hjálpa sær at skapa listina.

 

Hann lurtar m.a. nógv eftir enska bólkinum Radiohead, sum er kendur fyra at gera sýraðan tónleik.

 

Eg spyrji hann, um hann sær aftur í myndunum, hvørjum tónleiki hann hevur lurtað eftir til hvørja mynd.

Hann nikkar.

 

Gleðin liggur í at hava skapt okkurt

Fyri Magnus er gleðin við at tekna at kunna skapa okkurt vakurt. Hann heldur, at vakurleikin er týdningarmikil og skal prioriterast.

 

Hann brúkar ofta beinar linjur og vil skapa symetri í myndunum. Vil gera tær behaðiligar at hyggja at.

 

Hann samanber sína listarligu gongd við at byggja eitt pent møpil til húsið. Hann arbeiðir ímóti at sleppa at standa við einum lidnum arbeiði, sum kann pynta í hansara dagligdegi. Sum hann kann hyggja eftir, tá ið verðin tykist ljót og grá.

 

                             

              

 
 

 

 

Er lítil undirtøka til vakurleikakappingar ein javnstøðuspurningur? Eru ungar føroyskar kvinnur kúgaðar undir avoldaðum samfelagsnormum, ella eru aðrar orsøkir aftanfyri lága luttakaratalið til „Miss Faroe Islands“?
Interview við Moddi Moddi hevur verið á drúgvari konsertferð og endaði ferðina í Føroyum. Hann greiðir frá konsertferðini, og prátar um alt frá verkætlan hansara til hálvtrýss ára gamlar konur.
Snarskeið í at skriva BV3 Stress, stress og meira stress
Klumma: Eri eg ein pisa, ið ongantíð fer á flog? Eg eri takknemlig, eg eri glað, og eg vildi ikki havt tað á ein øðrvísi hátt. Men tað vilja øll hini.
Bitcoin fyri býttlingar Eitt gott tip hevði verði at keypt sær Bitcoin fyri nøkur oyru í dag aðrenn tað er forseint, men sjálvandi bara nýt pening, ið tú er klár/ur at missa.