Ummæli: Tí var Burn Showdown overrated
Gevur tað meining at hálova orthorexiskum kroppum, samstundis sum mann selur øl og cider?
24.11.2017 - 15:58

Journalistur: Katrin Joensen Næs

 

Burn Showdown er fyrsta fitness kapping í Føroyum nakrantíð. Kappingin varð hildin í Høllini á Hálsi, og høllin var á tremur við fólki alt vikuskiftið. Sum heild gekk tiltakið ordiliga væl.

 

Miðlarnir løgdu út um Burn Showdown fleiri dagar áðrenn og aftan á kappingina, og tos hevur verið um tiltakið í fleiri vikur. Men nú Burn hevur fingið so nógv væluppiborið rós hesa seinastu tíðina, so er tað eisini uppá tíðina, at kritikkurin kemur til sjóndar.

 

Burn lovaði okkum 3 heimsstjørnur. Bert 2 komu, og einans 1 nyttaði nakað
 

Burn kunngjørdi kvøldið fyri kappingina, at Game of Thrones stjørnan, Hafþór Júlíus Björnsson, var staddur í Írlandi og upptók Game of Thrones. Tí bar tað ikki til hjá honum at koma til Showdown.

 

Jákup Suni Berg segdi, at Burn hevði leingi vitað av, at tað fór allarhelst ikki at bera til hjá Hafþór at koma til Føroya, men tey valdu ikki at marknaðarføra tað, fyrr enn kvøldið fyri kappingina. Væl spælt.

 

Onnur stjørnan, ið sást á plakatunum, var Medina. Medina møtti upp til Showdown, og leygarkvøldið 18 nov. trein hon inn á pallin. Knappliga byrjar sangurin hjá henni at spæla í hátalarunum, sum var hann tikin av YouTube. Medina sang ikki live, men playback. Tað er skilligt, at áskoðararnir vóru skuffaðir av hesum. Fólk byrjaðu at rýma, og Medina spurdi skelkað: “Hvad skal jeg gøre?”

 

Bill Kazmaier var tó fínur. Takk fyri Bill.

 

 

Kom og hátíðarhaldið orthorexia

 

Eftir at kvinnurnar, sum kappaðust, vóru lidnar, kunngjørdi, vertinnan, at tær backstage høvdu etið bomm fyri fyrstu ferð, síðani tær teknaðu seg til kappingina.

 

Vit liva í eini tíð, har nógv kjak er um etingarólag. Í 2017 roynir onnur hvør genta at tapa seg, og tølini fyri anorexia eru hægri, enn tey nakrantíð hava verið. Til Showdown vóru jú fleiri ungar gentur.

 

Spurningurin ljóðar, um tad er ráðiligt at loyva børnum at síggja hesar kropparnar og hoyra, at tað sindrið av bommi, tey eta í sínum dagligdegi, er tekin uppá veikleika?

 

 

At drekka øl til eitt fitness tiltak

 

Til Showdown vóru tvær øl-barrir. Barrirnar vóru sera vælumtóktar, og tað var allatíð bíðirøð um at sleppa framat. Nógvir áskoðarar hugnaðu sær við einari øl ella fleiri.

 

Burn er ein fitness fyritøka, og tí kann man ganga út frá, at grundreglan, sum alt teirra virksemi er bygt uppá, er heilsa. Altso betri heilsu til teirra kundar.

 

Er tað so rætt, at ein fyritøka, sum lýsir fyri heilsu og fitness, síðani fer ímóti sínum egnu grundreglum og selur øl og cider? Eigur tað ikki heldur at vera grønt djús og chia greytur?!

Røddin fór út við mikrofon og spurdi tilvildarligar áskoðarar, um tað er rætt at selja øl til eitt fitness tiltak. Eyðálvur Chin Niclassen sigur:

 

- Eg trúgvi, at ølirnar eru reinur marknaður. Og eg má siga, at tað er væleydnaður marknaður. Køirnar eru ekstremt langar. Eg eri sikkur uppá, at Burn hevur tjent nógvar túsund bara uppá barrina.

 

Um tað passar, sum Eyðálvur gitar, at barrirnar eru til fyri marknað, er tað so ikki rættiliga bíligt, tá ið eitt slíkt tiltak eigur at bera fram ein boðskap um betri heilsu? 

 

Samanumtikið, so er tad altso stuttligt, at ein fitness-miðstøð hálovar othorexia, men tjenar pengar uppá ósunn fólk.

 
 

 

 

Hvat gongur fyri seg á screwgonguni á G! Tað var gott lag í Gøtuí dag, 13.juli 2018, kl. 16.00. Dansur, róp, sangur, hugnaligt prát og glaðir festival gestir fylti vegin millum Norðagøtu og...
Ymsar meiningar um høvuðsnavnið á G! Rag’n’Bone Man er høvuðsnavnið á G! Festivalinum 2018. Í gjár, 11 juli spældi hann á sandinum. Røddin hevur verið og spurt, hvat tey á teltøkinum...
Mikudagur á G! Í gjár byrjaði ársins G!-festivalur. Lagið var gott, og nógv fólk vóru møtt til fótbólt, tónleik og hugna. Til hálvfinaluna millum Ongland og Kroatia...
Mikudagur á G!
Samrøða: Konni Kass á Roskildefestivalinum Røddin fangaði Konni Kass beint aftan á hon og hennara bólkur spældu konsert á Rising scenuni á Roskilde festivalinum 2018.