Klumma: Eri eg ein pisa, ið ongantíð fer á flog?
Eg eri takknemlig, eg eri glað, og eg vildi ikki havt tað á ein øðrvísi hátt. Men tað vilja øll hini.
14.12.2017 - 16:42

Nú kanst tú ikki vera ung longur”, er ofta tað fyrsta, eg hoyri, tá fólk síggja mín lítla búk. Fleiri fortelja mær, at eg ongantíð aftur kann fara í býin, og at eg ongantíð kann fara at ferðast har, sum eg vil. Og hvat nú við mínum lestri víðari? Skal eg nú vera ein heimagangandi mamma, sum ikki ger annað enn at rudda, vaska og baka køkur? Skal eg altíð hava døgurðan kláran, tá børnini koma úr skúlanum?

 

Eg var ikki kedd, tá eg fann útav, at eg skuldi vera mamma. Eg var heilt erligt bara bangin fyri at gera býttar feilir, ein av teimum fyrstu tonkunum, eg hevði, var, “Hvat um eg ikki minnist føðingardagin hjá barninum?”. Eg hugsaði ongantíð, at nú fór eg ongantíð at kunna ballast aftur, ella nú fór eg ongantíð at kunna lesa víðari og fáa eina útbúgving. Mínir einastu tankar vóru, at hetta var knappligt, men hóast tað so kundi hetta ikki passa betri til mítt lív beint nú. Eg eri ein nýfloygd pisa, og mítt sabbat ár er júst byrjað, og hvat er galið við at brúka sabbat árið uppá eitt barn? Eg havi góða tíð, og eg havi ikki skund til at skula aftur í skúla ella aftur til arbeiðis.



“Tú ert so ung, næstan alt for ung”
Eg haldi, at um man skuldi bíða eftir, at onkur segði, nær tú skuldi verið mamma, so hevði tað ongantíð hent. Eg eri 20 ár, eg eri ikki yngsta mamman í Føroyum, og tað fari eg ongantíð at vera. Tað pínir meg, at eg ikki kann vera góðtikin sum mamma, hóast eg eri 20 ár. Omma mín var 20 ár, tá hon átti sítt fyrsta barn, og tá í tíðini var tað púra vanligt, at gerast mamma sum 20 ára gomul. Hví kann tað ikki verða góðtikið nú? Er tað nakað galið við tí, at eg ikki eri 30+ ár, tá eg fái mítt fyrsta barn? Eg dugi ikki at síggja trupulleikan við tí. Tað einasta, sum eg síggi við tí, er, at tað er gott. Eg fari at verða 35 ár, tá barnið hjá mær verður 15 ár, og tað haldi eg er fantastiskt. Og eg veit, at fleiri, ið hava ungar mammur, eru glað fyri tað. Og tá barnið hjá mær so einaferð skal verða foreldur, so fari eg at kunna vera har at møta mínum ommubarni, og hvør veit - kanska eisini mínum langommubarni? Hvussu kann tað vera eitt keðiligt ting?

 

 

“Ert tú ikki kedd?”
Nei. Eg eri ikki kedd av hesum - uppá nakran máta. Eg eri kedd av, at øll onnur skulu hava ein trupulleika við mínari gleði. Eg veit, at man ikki skal leggja í, hvat onnur siga, men fyri at vera heilt erlig, so er tað torført at lata sum einki, tá tú ofta fær keðiligar viðmerkingar. Tað eri eisini keðiligt, tá gamlar konur hyggja at mær, sum um eg var eitt skuffilsi fyri samfelagið. Eg veit, at eg eri ung, og eg veit eisini, at eg síggi 5 ár yngri út, enn eg veruliga eri. Men fyri at hugsa á ein heilt øðrvísi hátt, hvat rakar tað hini, hvussu gomul eg eri? Og hvat eg geri við mítt lív? Einki. Akkurát einki. Eg velji at halda høvdinum høgt og so at siga ‘skíta’ á tað hini siga, hóast tað til tíðir ger meg ógvuliga keddan.

 

 

“Hví ‘fjernar’ tú tað ikki?”
Hetta er nokk tann spurningurin, ið øsir meg mest av øllum. Eg veit ikki, hvar eg skal byrja, og eg veit heldur ikki, hvat eg skal siga til ein slíkan spurning. Hví torir man yvirhøvur at siga slíkt? Um tú ert ein av teimum, ið sigur slíkt við eina, ið júst hevur funnið útav at hon er við barn, so orsaka, men tak teg saman. Prøva at hugsa soleiðis: Tú ert ein ung kvinna, lívið stendur opið fyri tær, og títt sabbat ár er júst við at byrja. Við eitt finnur tú útav, at tú ert við barn, og at tað longu er í januar, at tú skal eiga hetta barnið. Tankarnir flákra, man er bangin, spentur, glaður, nervøsur og tað seinasta, ein hevur brúk fyri at hoyra, er: “Hví fjernar tú tað ikki?”. Man hevur brúk fyri, at fólk siga, at ein klárar tað og IKKI, at man átti at ‘fjerna’ tað. Abort átti ikki at verið tað fyrsta, man hoyrir, tá man fortelur, at man er við barn.
Fyrstu ferð eg hoyrdi spurningin, vildi eg næstan gráta. Eg visti, at um fólk longu nú hugsaðu, at eg átti at ‘fjerna’ tað, so fór tað ikki at vera lætt ígjøgnum teir næstu 9 mánaðirnar. Eg visti, at eg fór at missa vinfólk, og at eg nokk fór at fáa nógv snetig eygnabrá. Nú, næstan 9 mánaðir seinni, hoyri eg enn sama spurning, so óveruligt sum tað ljóðar.

 

 

“Ert tú ikki ein pisa, ið ongantíð fer at flog?”
Eg eri ein pisa. Eg havi fingið húgvuna, og eg havi eina miðnámsútbúgving, ið opnar hurðar fyri meg út í heim. Eg havi ætlanir, og eg havi dreymar um, hvat eg ætli mær at verða í framtíðini. Men eri eg ein pisa, ið ongantíð fer á flog? Nei, tað haldi eg ikki. Og eg haldi heldur ikki, at tað er í ordan, at fólk seta slíkar spurningar. Eg eri ein pisa, og bara tí eg ikki fór at lesa víðari beint eftir skúlan, so merkir tað ikki, at eg ikki eri ein pisa, ið ongantíð fer á flog. Lívið er meir enn lestur og ball. Eg eri ein pisa, ið valdi at byggja reiðrið, áðrenn hon fór á flog. Mítt reiður kann faktiskt takast við, allastaðni har eg fari.

Eg fari altíð at hava onkran, sum elskar meg, og tað í sær sjálvum er ein stór gáva. Eg fari ongantíð at vera einsamøll, og tað er heilt í ordan við mær. Eg sleppi at síggja eina heilt aðra síðu av mær sjálvari, og tað havi eg einki ímóti. At detta av í einum morgunballi ella at ballast og liggja í songini allan dagin eftir við timburmonnum, havi eg einki ímóti at missa.

Og hvør sigur, at eg ikki kann fara til India, sjálvt um eg eri ein mamma? Man kann keypa meir enn ein flogferðaseðil í senn.

 
 

 

 

Amnesty tiltak í Perluni 19.04.2018 skipaðu ung í Amnesty fyri einum tiltaki við heitinum „Býr ein gerandisaktivistur í tær?“. Á skránni vóru tveir fyrilestrar. Mousta Mou...
Fýra tímar á kavaskutara í Svalbarð Fyri stuttum síðan fóru tíggju næmingar í Hoydølum til Svalbarð. Millum teirra var Mathias, sum upplivdi landið sum nakað heilt serligt.
Playlistin: Nær kemur summarferian? Playlistin til tykkum, ið er skúlatroytt
SPEROL: Damur eru deiligar, men tónleikur er betri Hoyr um "brutalu" konsertina hjá heavy metal bólkinum í Amerika, og hví tónleikurin kemur framum damurnar.
Pipar og Salt, "Alt var IKKI betri fyrr" "Alt var ikki betri fyrr, tað er ein ironisk tilsipan til at vit eru nakrir gamlir fretar" Pipar og Salt eru ikki heilt ungir longur. Tá...