Síðsta røð av Game of Thrones

Síðsta røð av Game of Thrones
HBO hevur nú almannakunngjørt nær 8. røðin av Game of Thrones kemur út
05.01.2018 - 01:41

Eydna Maria Jacobsen

 

Síðani 7. røðin endaði við einum ordans cliffhanger hava vit øll sitið spent og bíðað eftir at síggja meir. Sum tann síðsta røðin, fer tann 8. bert at hava 6 partar, men teir skulu vera longri enn vanligt og vera serliga vælgjørdir. Síðsta røð er grundað á tvær tær síðstu bøkurnar hjá George R. R. Martin, sum í løtuni ikki eru útgivnar.

 

HBO, sjónvarpsrásin sum framleiðir røðina, kunngjørdi hósdagin, at 8. røð verður heilt vist útgivin í 2019, men akkurát nær í 2019 er enn óvist.

 

 

Upptøkurnar byrjaðu í oktober í 2017 og fara fram í minsta lagið til várið 2018. Sjálvt um tað er rættiliga leingi enn, so er nógv at síggja fram til, og tí er tað 100% vert bíðitíðina. Fleiri ymisk fólk eru við til at gera hana góða, til dømis gera handritahøvundar og leiksstjórar úr nøkrum av hinum 7 røðunum eitt comeback.

 

Minnist tú ikki hvat 7. røðin endaði við? So er endin at síggja her:

 

 

Hevur tú aldrin sæð Game of Thrones, men ætlar tær at hyggja, so skalt tú bara vita eitt, tú verður bundin!

 

Og í meðan vit onnur bíða, so viðmælir HBO okkum at hyggja at:

- Westworld

- Vikings

- Gunpowder

- Taboo

 

Kelda: http://variety.com

https://dk.hbonordic.com/

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.