Ummæli: Yndi Fitness

Ummæli: Yndi Fitness
Yndi fitness er triðja og næstsíðsta venjingarmiðstøðin í Havn, sum vit fara at ummæla.
06.02.2018 - 10:07

Yndifitness varð stovnað í 2004, og heldur til beint við rennibreytina. Eg havi verið ein túr og vant í Yndi, og fari at meta um ymisku tingini tey hava at bjóða uppá. Eg fari eisini at hyggja at, hvussu umstøðurnar, eru at venja í. Serliga fari at at hyggja at møguleikunum hjá lesandi.

 

 

Upplatingartíðir:

 

 

Yndifitness er opið mánadag til hósdag klokkan 06:00 til 22:00. Fríggjadag hava tey opið frá 06:00 til 20:00, leygardagar og sunnudagar frá 09:00 til 18:00.

 

 

Sum ein lesandi í Føroyum, so er ikki nógv tíđ ein hevur um hendurnar. Sjálvur haldi eg, at tá man arbeiðir afturat lesnaðinum, sum flestu ung gera, og framvegis skal hava tíð til at liva og gera ting, iđ eru meira “pleasure” enn “business”, so kann tað vera ógvuliga trupult at finna tíðina, til at fara oman at venja. Tí haldi eg, at tað hevði verið sera deiligt, um upplatingartíðirnar vóru longri. Tó er hetta nokkso vanligt fyri allar venjingarmiðstøðirnar í Tórshavn.

 

 

Vektir og maskinur:

 

 

Í Yndifitness eru nógvar maskinur í einum breiðum úrvalið. Har eru ógvuliga nógv rennibond, sum slett ikki er so galið, av tí at flestu okkara, ið fara oman at venja, ynskja eisini at sleppa at renna eitt sindur. Annaðhvørt um hetta er sum upphiting, ella tí at tað er ein fínur máti at sleppa av við nøkur eyka kilo uppá. Tá har eru so mikið nógv rennibond, so er so at siga altíð møguligt at sleppa fram at einum beinavegin, uttan at skula bíða eftir, at onnur eru liðug við at nýta tey.

 

 

Tey hava eitt serstakt rúm, til allar vektirnar, atskilt frá maskinunum. Rúmið er eitt sindur slitið og rátt, men tað haldi eg ikki er so nógv galið við, tí at tað skapar eina serliga “atmosferu”, sum er nokkso feit at venja í. Tað er ikki soleiðis, at tað sær út sum høli fer at detta sundur hvørja løtu, men heldur at tað er eitt sindur “rough around the edges”.

 

 

Hølini:

 

 

Hølini hjá Yndifitness eru rættiliga flott og rúmlig. Hølini hava skráttekju, og hetta ávirkar eitt sindur venjingarumstøðurnar. Hóast tað er hampuliga høgt upp til lofti í miðjuni á bygninginum, so ger tað, at har er skrátak, at úti ímóti veggjunum tykist nokkso lágt, og eg haldi faktiskt at tað er eitt sindur ov lágt heilt úti við. T.d. eru nakrar av maskinunum heilt úti við, har tað er rættiliga trongt.

 

 

Skiftangarrúmini eru sera stór, og hetta er rættiliga deiligt. Tú nýtist ikki at troka teg framat einum plássi, og tá fleiri eru í brús, so verður tað so heitt, sum í øðrum skiftingarrúmum. Eftir eina harða venjing, tá tú longu ert heit/ur, so er eitt ikki ov heitt skiftingarrúm slett ikki so galið.

 

 

Les eisini: Ummæli - Burn Fitness

 

 

Kostnaður:

 

 

Fyri ein mánað, uttan binding, kostar tað 500 kr at venja í yndi. Men, um tú velur at gjalda við fastari flyting, sum er bindandi í trýggjar mánaðir, so kostar tað 350 kr. Tey hava tilboð til lesandi, sum inniber at tú fært 20% avsláttur av limagjaldinum. Sostatt ber til at venja fyri 280 kr. um mánaðin, um tú velur eitt bindandi hald.

 

 

Um tú ert ein av teimum, sum arbeiðir, so er hetta ein fínur kostnaður. Tó er tað eitt sindur verri um tú livir fyri 1800 kr. um mánaðin, sum studningurin er. Tí kann kostnaðurin vera eitt sindur av einari avbjóðing hjá summum, og kann forða summum í at venja.

 

 

Serlig ting:

 

 

Allir benkirnir í Yndifitness eru prýddir við teirra logo. Hóast hetta ikki rættiliga ávirkar venjingina á nakran hátt, so er tað alíkavæl nokkso kul at tað “matchar”.

Eitt stórt pluss, til okkum, sum dáma væl at renna úti, serliga um summarið, er at Tórsbreyt (rennibreytin í Tórshavn) liggur beint uttanfyri Yndifitness, so til ber at t.d. hita upp úti á rennibreytini við at renna nakrar rundir, áðrenn tú fert inn at venja.

 

 

Eisini inniber plaseringin hjá hølunum at tað eru nógv parkeringspláss uttanfyri, og bussar koyra næstan beint við. So tað er sera atkomiligt.

 

 

Heildarmeting:

 

 

Fyri at taka saman um, so er nógv góðar orsøkir til at velja Yndi. Tey hava nógv rennibond, atskilt vektrúm og nógvar ymiskar maskinur. Tú kemur sjálvdan at standa og bíða eftir júst tí maskinuni, tú skal brúka. Rennibreytin er beint uttanfyri, og tað er lætt at koma til venjing, um tú ert við bili, ella við bussi.

 

 

Tó er tað ikki akkurát bíligt at venja, og upplatingartíðirnar eru eitt sindur ov stuttar eftir mínari meining. Eisini er tað eitt sindur ov trongligt úti ímóti veggjunum, men burtur sæð frá tí, er plásstrot ikki nakar trupulleiki.

 

 

Út frá hesum fari eg at geva Yndifitness 4 ½ av 6 R’um.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.