Ummæli: Faroe Fitness

Ummæli: Faroe Fitness
Seinasta venjingarmiðstøðin í havn, sum vit fara at ummæla, er Faroe Fitness.
12.02.2018 - 17:46

Faroe Fitness er seinasta venjingarviðstøðin, út av teimum fýra, sum eru í havn, og sostatt eisini endin av hesu lítlu røðini av ummælum. Faroe Fitness heldur til í Djóna í Geilsgøtu, sum liggur Yviri við Strond, beint við politistøðina.

 

 

Upplatingartíðir:

 

 

Faroe Fitness hevur opið mánadag til hósdag frá kl. 06:00 til 22:00 og fríggjadag er opið frá 06:00 til 20:00. Leygardagar er opið frá 09:00 til 20:00 og sunnudag er opið frá 14:00 til 20:00. Tó er avgreiðslan ikki altíð opin, og hetta inniber at tað ikki altíð eru starvsfólk í hølunum.

 

 

Hóast tað ikki er opið fyrr um dagin sunnudag, eins og flestu aðrar venjingarmiðstøðir, so er tað ógviliga deiligt, at tey hava opið longri út á kvøldi. Ofta eru fólk, ið liggja við timburmonnum ella sum eru troytt aftaná ein býtúr leygarkvøldið, og tá er tað sera deiligt at kunna fáa eina løtu at slappa av áðrenn venjing. Eisini eru fleiri, sum dáma væl at venja um kvøldi, tá man er liðugur at gera alt annað sum skal gerast tann dagin.

 

 

Burtur sæð frá hesum, so eru upplatingartíðirnar nokkso líkar tær, hjá hinum venjingarmiðstøðunum í Havn.

 

 

Vektir og maskinur:

 

 

Í Faroe Fitness eru tær mest týdningarmiklu maskinurnar. Tey hava eitt stórt úrval av av vektum, til tey sum ynskja at venja við frívekt, og tey hava eisini ymiskt, sum er væl egna til serstakar venjingar. Tó haldi eg, at tey hava alt ov fá rennibond, tí at tað er skjótt at tú verður noyddur at bíða eftir øðrum at gerast liðug, áðrenn tú sleppur framat.

 

 

Tað er ikki einans við rennibondunum har hesin trupulleikin sæst. Hóast har ikki eru heilt so nógv fólk, ið venja í Faroe Fitness, so upplivi eg, at tú saktans kanst verða noyddur at bíða eftir einari serstakari maskinu, ella onkrum tílíkum.

 

 

Tey hava tvær “snildar” súkklur, sum hava ein skerm innbygdan, har tú kanst síggja eitt hvørt, ið er í sjónvarpinum. Tó má eg viðmerkja at hóast hugskotið er gott, so riggar tær als ikki serliga væl. Skermurin, ið er “touchscreen” riggar ikki heilt so væl, og tað er neyðugt at trýsta ógvuliga hart á hann, um tú t.d. skalt økja um mótstøðuna í súkkluni.

 

 

Hølini:

 

 

Hølini eru ikki heilt so stór, men tey eru ljós og flott. Har er eitt sindur trongligt, við øllum maskinunum og vektunum sum eru har. Tó eru ikki so nógv fólk í Faroe Fitness, sum aðrastaðnis, og tað hjálpur eitt sindur uppá trupulleikan.

 

 

Les eisini: Ummæli – Yndi Fitness

 

 

Kostnaður:

 

 

Fyri eina venjing kostar tað 90 kr. at venja í Faroe Fitness. Tó er fyrsta venjingin ókeypis, soleiðis at tú sleppur at royna venjingarmiðstøðina. Venjing í 1 mánað kostar 499 krónur, men har eitt stovningargjald, sum verður lagd at fyrsta mánaðinum, ið er 99 kr. Eisini hava tey tilboð uppá 3, 6 og 12 mánaðir og 10 “túrar kort”. Tey hava tilboð til fólk undir 20 og fulltíðarlesandi, soleiðis at tað ístaðin kostar 299 kr. um mánaðin.

 

 

Enn einaferð haldi eg hetta vera eitt sindur nógv, fyri tey ið eru undir lesnaði, og sostatt hava studning sum størsta partin av teirra inntøku. Hóast tað er gott at har eru tilboð til tey lesandi, so er tað ofta neyðugt at arbeiða afturat øllum øðrum, um ein ynskir at kunna gera ting, so sum at venja. Sostatt fer eitt sindur av tíðini, sum tey høvdu havt at venja í til at arbeiða, og ger tað verri at fáa tingini at hanga saman.

 

 

Serlig ting:

 

 

Tað eru ikki heilt so nógv sum venja í Faroe Fitnes. Hetta ger tað, at tú kanst koma at kenna fleiri fólk, um tú ert har, og venur. Tú kemur at síggja tann sama skarðan av fólki, og starvsfólkum. Sostatt kann tað vera lættari at spyrja starvsfólkini um eitt hvørt, tí tú kennir tey.

 

 

Heildarmeting:

 

 

Faroe Fitness er eitt fínt stað at venja. Tey hava tær maskinur og vektir, sum flest fólk brúka, og sostatt nøkta tørvin hjá teimum flestu. Har eru ikki heilt so nógv fólk, og tað er fínt, um tú ynskir at fáa “frið” at venja í. Mær dámar betur upplatingartíðirnar sunnudagar hjá teimum, enn hjá summum av hinum venjingarmistøðunum. Tó ber altíð til at betra um tær.

 

 

Hølini er eitt sindur í minna lagnum, og har eru ikki heilt so nógvar av hvørjari maskinu, so tú kanst enda við at standa og bíða eftir at sleppa framat. Eisini kann tað vera eitt sindur dýrt at venja, um tú ikki hevur nakra aðra stórvegis inntøku, annað enn studning.

 

 

Út frá hesum metingum, fari eg at geva Faroe Fitness 3 ½ av 6 møguligum R’um.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.