Farvæl bræv til Hoydalar
Nú er tann syrgiliga løtan komin, og vit mugu tíverri siga farvæl
28.06.2018 - 11:12

Góðu Hoydalar,

 

Nú er tann syrgiliga løtan komin, og vit mugu tíverri siga farvæl. Tað verður klárt at flyta inn í Glasir eftir summarferiuna, og tað merkir, at vit næmingar í Hoydølum tíverri mugu takka fyri okkum og siga farvæl til allar tær góðu løturnar.

 

Eg fari at sakna at koma inní skúlan og ikki finna stovuna, sum eg skal í, tí sjálvt um eg havi gingið í Hoydølum í 2 ár, so má eg enn spyrja, hvar stova 36 er. Tá eg so havi leitað í øllum bygningunum, so finni eg útav, at eg faktiskt skal í stovu 13, sum sjálvandi er ovast í gamla bygningi.

Eg fari at sakna tí longu marsjuna frá ovastu hædd for til niðastu hædd, hvørjaferð eg skal á ves, tí tað eru tey einastu vesini í bygninginum.

 

Farvæl tyggigummi undir borð og stólum. Farvæl til tað dekorativa borðkrutlið, ið hevur hjálpt og stuðlað mær gjøgnum teir drúgvu søgutímarnar. Farvæl 80’ara gardinur og deyðar flugur í vindeygunum, sum ongantíð riggaðu at lata upp.

Farvæl til teir hangandi forleingjararnar úr loftinum, sum ongantíð rigga og sum til tíðir kundu finna uppá at bresta og geva nakrar fittar neistar frá sær.

Farvæl til allar stovurnar, sum omma mín eisini brúkti, tá hon gekk í student. Eg fari serliga at sakna stovurnar við krittalvunum og teimum langu samanhangandi borðunum og stólunum, sum alt ristist, um onkur næmingur bara líka flytur seg.

Farvæl til bókasavnið, sum eg ongantíð náddi at vitja. Orsaka.

 

Eg fari at sakna tí dagligu venjingina niðan brekkuna í Hoydølum. Serliga um veturin í gleri og kava, tá allir næmingarnir neyðhalda seg í gellendarinum fyri ikki at fara skramblandi allan vegin oman í skúlan.

Eg fari serliga sakna at risikera lív og likam, hvørjaferð eg renni yvirum vegin fyri at náa bussin. Tí um ein bilur yvirkoyrir meg, so fer fráveran alt ov høgt upp… og tað havi eg ikki ráð til.

 

Eg taki synd í teimum næmingunum, ið ongantíð fara at uppliva tað vælskipaða hieraki’ið í kantinuni. Teir sleppa ongantíð at kenna seg sum kongar á kongaplássunum í kantinuni. Teir fara heldur ongantíð at uppliva tann fantastiska túrin í kantinuna og tí forvirrandi bíðirøðina. Teir fara ongantíð at sleppa at eta the one and only Hoydalar Special: Sandwich og Mist sunkist.

 

Eg fari at sakna tann litfagra roykiskúrin. (Les eisini: Royking verður bannað á Glasi)

Ongantíð aftur fari eg at kunna sita saman við øllum í skúlanum og trappustreyka um alt ov dýrar kaffiprísir og onnur umráðandi ting í Hoydølum.

Men har vera enn meira trappur í Glasir, so vit venda sterkt aftur fyri okkara basalu rættindir.

 

Eg taki synd í teimum næmingunum, ið ikki sleppa at gera lívið hjá bygdafólkum hart ein dag um árið, tá tann árligi skulkidagurin er. Hvat fer at henda við skulkidegnum, tá vit eru á Glasi?

Hvussu fer húgvan hjá 3.s at síggja út næsta ár? Fara tey at hava “leykin” á teirra húgvum?

Og hvat hendir við blómubuskinum, sum allar tær nýklæktu pisurnar taka mynd frammanfyri? Skulu komandi Glasir pisurnar taka myndir frammanfyri bilunum uppi í Marknagili?

Góði Bogi Bech Jensen: Tak blómubuskin við til Glasir! Tað er jú tað ultimativa profilmynd og instagram materiale!

 

Tað, sum eg fari at sakna mest, verður at fáa frí tíðiliga, fara út til bilin, sum stendur í grótbrotinum, fyri at síðani vera noydd at biða í næstan líka langa tíð, sum tað tók at byggja Glasir, tí ein annar bilur hevur stillað seg so ófantaliga fyri mín bil.

Men tað, sum eg fari at sakna allarmest, verður at brúka allan mín studning uppá parkeringsbøtur.

Góðu parkeringsvørar: Takk fyri at tit øll hesi árini hava hildið skil á parkeringini í Hoydølum. Vit síggjast á Glasi.

 

Men tá alt hetta er sagt, so er broyting als ikki so ring. Tað kemur alt ann uppá, um tú sær glasið sum hálv tómt ella Glasir er yvirfylt.

 

Kærar heilsanir,

 

Næmingar í Hoydølum

 
 

 

 

Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.
Ein hjálpandi hond til Bv3 Ein lítil hjálp frá einum Bv3 skrivara til annan.
28,4 milliónir til Glasir: Hvar enda pengarnir? Fyri einum lítlum mánaða síðani bað Glasir um enn eina eykajáttan. Hesu ferð upp á 18,7 milliónir. Hendan eykajáttanin er nú vaksin til 28,4...