- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klumman: Nei, barnið er helst púra vanligt
Tað er tað sama. Eg upplivi ofta foreldur, ið íðin billa sær sjálvum inn – og royna at billa okkum øðrum inn – at barnið hjá teimum er eitt lítið geni.
Har eru eingi mørk fyri, hvat hetta lítla barnið ikki kann. Tað dugdi at lesa, áðrenn tað fór í skúla. Roknibókin er langt síðani roknað, sjálvt um vit bara skriva marsmánað. Og tá tað kemur til listarligu og ítróttarligu evnini hjá hesum lítla, er tað bara eitt tigandi, imponerað og smáekstatiskt andlitsbrá, sum verður mett hóskandi.
Og har sita trúfastir bindiklubbar, vinmenn og onnur framviðfarandi hálvnikkandi og smámutlandi, sum beinanvegin verður tulkað sum ber undran av ágrýtnu foreldrunum, sum nú hava kastað seg yvir søgurnar um, hvussu blæan varð tveitt av, tá barnið bert var hálvtannað. Men tað er heldur ikki so løgið. Barnið hevur altíð verið so búgvið – ja, faktiskt bleiv barnagarðurin næstan lopin um, fáa vit at vita.
Tá ið onnur foreldur royna at sleppa upp í part við sínum barni, sum eisini hevur onkran yvir miðal eginleika, eru foreldrini at super-barninum skjót at bjóða hægri, sum var tað ein uppboðsøla. Ja, tá sleppa tey ordiliga at útfolda sína á ongan hátt subjektivu greining av sínum egna barni, ið sambært teimum sjálvum og opinberliga fleiri námsfrøðingum spreingir øll mørk fyri, hvat børn í hasum aldrinum yvirhøvur eru før fyri.
Aftaná at nokk so nógv er sagt um eitt lutfalsliga lítið barn, sum slett ikki er til staðar, og sum ikki hevur havt stórvegis ávirkan á heimin uttan fyri heimið, er stundin komin til obligatoriska men’ið. Vit skulu so sanniliga ikki halda, at hetta barnið fer lætt ígjøgnum lívið. Niks. ”Tað er faktiskt ordiliga synd”, verður sagt við eftirfylgjandi pausuni, ið skal fáa okkum lurtarar at bíða í spenningi eftir at vita hví… ”Hon fær næstan ongar avbjóðingar”, verður sagt í einum sera álvarsligum tó smílandi tóna. ”Og hon keðir seg í skúlanum”. Sjálvt um tey flestu av okkum hava kett seg í skúlanum, kann tað als ikki samanberast, fáa vit at vita beinanvegin.
Tá stemningurin ikki kann gerast nógv meira hátíðarligur sæð í ljósinum av, at tað bara er týsdagur, fáa vit frágreiðingina um sjáldsama navnið. Navnið, ið bæði hevur eitt ð, tvey accent aigu og sum sjálvandi ikki endar við -sen, skumpar ikki bara undir geniprosessina hjá hesum lítla, men vitnar eisini um vælreflekteraðu, mentanaráhugaðu og smáfrelstu vit-velja-Føroyar-foreldrini, sum við stoltleika hava doypt hetta barnið, ið eftir ætlan skal enda røttu megin miðal.
Alt hetta hóvastákið ímeðan óvitandi høvuðspersónurin stillisliga spælir úti í havanum.
Misskil meg ikki, eg eri avgjørt við upp á, at summi duga okkurt betri enn onnur. Eg eri eisini við upp á, at børn skulu fáa nógv sjálvsálit og annað gott við heimanífrá. Sjálvandi. Men har eru also summi foreldur, ið geva sínum barni ov nógvar møguleikar til at gerast smáósjarmerandi. Frá tí barnið er heilt smátt, fær tað – og øll onnur – at vita, hvussu sjáldsamt, fantastiskt og heilt einanstandi tað er. Tað gerst objekt fyri eini uppboðsølu av narsissistiskum superlativum, har foreldrini passionerað sleppa at dyppa hetta óskyldiga í sjálvhátíðarligan glans.
Úrslitið er eitt stakkals barn, sum skal liva upp til allar tær fínu glosurnar, og seinni eitt hálvvaksið menniskja, ið ikki dugir at spyrja inn til nakran annan enn seg sjálvan, men dugir at flenna eftir øllum øðrum enn sær sjálvum. Ímeðan summi verða fødd við eini gullskeið í munninum, verða hesi børnini fødd við einum spegli í hondini.
Og hetta er eitt sindur spell, tí tá alt kemur til alt, eru vit sum poppkorn. Summi poppa bara áðrenn onnur. Men fyrr ella seinni bresta vit øll so vakurt, og gerast øll líka ljóst grálig og líka ymiskt buklut – turr uttan og saftig innan – og vilja vera saman við øðrum fittum, stuttligum og spennandi poppkornum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |