Hevur tú lætt við at gloyma nøvn?

Hevur tú lætt við at gloyma nøvn?

Hevur tú lætt við at gloyma nøvn?
Um tú hevur ringt við at minnast nøvn, so er hendan vegleðingin góð
19.05.2015 - 09:00

"Hvussu var tað, tú æt?" Tey flestu hava roynt at gloymt eitt navn á einum persóni, sum stendur beint framman fyri tær. Mann hevur møtt persóninum áður, og tað er ikki so stuttligt at spyrja, hvat navnið nú var. Youtube'ararnir, Gregory Brown og Mitchell Miffit, hava gjørt eina vegleiðing, sum kann hjálpa tær.

 

1. Ver vakin

Tað ljóðar einfalt, men ofta gloymur mann ikki navnið á fólki, tí mann hevur ringt minni. Tað er ofta tí, at mann ikki fokuserar á at minnast tað.

 

2. Endurtak, endurtak, endurtak

Um mann sigur navnið á fólkunum nakrar ferðir, minnist tín heili tað betri.

 

3. Skapa hugsambond

Kennir tú ein annan sum eitur Óli, kanst tú royna at hyggja, hvussu teir líkjast, og harvið skapa eina sambinding.

 

4. Reglur fyri at minnast

Ger setningar sum t.d. "Pól heldur jól". Fyri betri at kunna minnast.

 

5. S-t-a-v-a

Fá persónin at stava sítt navn. Meðan hann stavar, skalt tú síggja stavirnir fyri tær á pannuni hjá persóninum, sum eitt skelti.

 

Hjálp øðrum

Sig navnið hjá tær, tá tú møtir fólki, so tey ikki enda í eini pínligari støðu.

 

7. Manipulatión 

Um tú ert ein, sum kortini ikki megnar at minnast navnið, stúr ikki. Finn ein triðja persón, sum tú kennir og introdusera hann fyri hinum persóninum og lurta, hvat verður sagt.

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.