Beinleiðis úr Rúminum: Marni Kruse

Beinleiðis úr Rúminum: Marni Kruse

Beinleiðis úr Rúminum: Marni Kruse
Marni kruse, sum verður at hoyra á Voxbotn og Við Brúnna, var og spældi eitt lag av nýggju fløguni - hoyr lagið her
21.06.2015 - 17:00

Vit bjóðaðu Marna Kruse, sum í løtuni gevur eina EP út, inn í Rúmið at spæla eitt lag fyri okkum. Marni Kruse er 22 ára gamal og er av Oyrabakka. Hann hevur júst tikið upp eina EP við heitinum "Searching for something i'm looking for". Sangirnir eru tikinir upp og framleiddir í Garagen í Danmark. Sangurin, sum er at hoyra í sjónbandinum, eitur Rainy days og er fyrsti sangurin á fløguni.

 

Tit kunnu vænta at hoyra meira til unga tónleikaran í summar, tí hann verður nevnliga at hoyra á Voxbotn og Við Brúnna. Eisini hevur hann útgávukonsert 26. juni í Eydnuni á Oyrabakka.

 

Síggj eisini: Beinleiðis úr Rúminum: Rebekka Petersen

 

Lagt til rættis og filmað hava Gunnhild Persson og Sonja Wang Hansen.

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.