Tíðarætlan: Soleiðis verður skift

Tíðarætlan: Soleiðis verður skift

Hildið verður fram at sløkkja gomlu, analogu sjónvarpssendararnar. Í staðin sæst sjónvarpið talgilt (digitalt) á sendinetinum hjá Televarpinum.

Vegleiðing, hvussu anntennan skal venda, soleiðis at hon fær fatur á talgilda sendaranum, sæst á heimasíðuni hjá Televarpinum her: http://tv.fo/page/sendistodir/

Býrt tú í einum øki, har skift verður, hav so vinarligast í huga, at tú fært tað besta signalið um sjónvarpsantennan hjá tær peikar móti sendaranum, har tú fært signal frá.

Sí eisini »Spurningar og svar«


Hesi støðini fáa talgilt (digitalt) signal í 2015:

● 14. apríl varð analogi sendarin, ið dekkar Æðuvík, sløktur

● 19. mai verða analogu sendararnir á Støðlafjalli og Argjum sløktir

● 15. juni verður høvuðssendarin á Húsareyni sløktur