Løgmaður: Tilfeingisgjald heldur enn uppsagnir

Løgmaður: Tilfeingisgjald heldur enn uppsagnir
Kaj Leo Holm Johannesen mælir eisini til bygnaðarbroytingar, til tess at fáa hallið burtur á fíggjarlógini

26.01.2012 - 16:09

Løgmaður spyr í dag, um tað ikki er rætt at taka eitt tilfeingisgjald fyri makrelin, í staðin fyri at senda fólk til hús í hópatali.

Kaj Leo Holm Johannesen skrivar í eini grein, at tað er ein stór avbjóðing at finna sparingar. Tí, verður skert í óðum verkum og ov tungar byrðar lagdar á fólk, er vandi fyri, at vælferðartænastur verða niðurbrotnar, sum ger tað minni liviligt og elvir til fólkaflyting.

- Seinastu árini eru vit komin í eina nýggja støðu viðvíkjandi makrelinum. Risa
virði eru í makrelinum, og vinnan er sinnað at lata tilfeingisgjald. Vit noyðast
tí at seta okkum spurningin, um tað ikki er rætt at taka eitt tilfeingisgjald
fyri makrelin, heldur enn at senda fólk til hús í hópatali, sum aftur merkir
verri tænastu til borgaran, skrivar løgmaður.

Hann vísir á, at næstu árini skal hallið á fíggjarlógini skerjast 300 milliónir krónur, og neyðugt verður við broytingum og tillagingum:

- Eins og vit mugu arbeiða okkum burtur úr kreppuni og skapa nýggj virði, skulu vit
leggja okkum eftir at fáa meiri fyri minni. Vit skulu raðfesta tænastuna til
borgaran, heldur enn varðveita óskynsamar bygnaðir og dupultfunktiónir. Størri og
sterkari eindir geva møguleika fyri skynsamari rakstri og harvið betri tænastu.
Og tí mugu vit broyta bygnaðin í almenna geiranum eitt nú talið á kommunum og
skúlaeindum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112