Nevnd skal kanna skattatrýstið

Nevnd skal kanna skattatrýstið
Javnaðarflokkurin heldur flatskattaskipanina hjá samgonguni vera ivasama, og skjýtur upp at seta nevnd at kanna skattatrýstið. Nevndin skal eisini vísa á, hvussu ein skattalætti kann fíggjast á ábyrgdarfullan hátt

23.02.2012 - 11:28

Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at seta eina nevnd at kanna og leggja fyri tingið lógaruppskot, sum hevur til endamáls at minka marginalskattatrýstið og lønarskattatrýstið.

Eisini skal nevndin vísa á ein ábyrgdafullan hátt at fíggja eina slíka skipan.

Í nevndini skulu sita umboð fyri allar flokkar á tingi, fyri løntakarar og arbeiðsgevarar, og fakfólk, t.e. skatta-, búskapar- og samfelagsfrøðingar.

Javnaðarflokkurin sigur, at tað er ivasamt, um skipanin við at skatta eftirløn við inngjald at fíggja ein skattalætta, sum samgongan hevur sett í verk, er ein verulig fígging.

Flokkurin sigur, at hetta er at framskunda inntøkur til skattalætta - inntøkur, sum ikki verða tøkar í framtiðini, tá lutfalsliga nógv fleiri gomul verða enn í dag. Avleiðingarnar av hesum kenna vit ikki, sigur Javnaðarflokkurin.

Sambært Hagstovuni er skattaprosentið í Føroyum 42 prosent av tøku bruttotjóðarúrtøkuni, meðan skattatrýstið í Danmark var 48 prosent og Íslandi 43 prosent í 2008-tølum. Aðrir skattir og avgjøld eru eisini roknað upp í samlaða skattatrýstið.

Javnaðarflokkurin heldur, at hetta er greið ábending um, at rúm er fyri einari fult fíggjaðari skattaumlegging í Føroyum, uttan at økja bygnaðarliga hallið á fíggjarlógini.

Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558